Munurin millum rættingarnar hjá "Livar Nysted"

Content deleted Content added
Linja 7:
 
=== Ætlanir um at rógva tvørtur um Indiska Havið í 2013 ===
Livar hevur ætlanir um at rógva tvørtur um Indiska Havið í einum báti við bert trimum rógvarum.<ref>[http://eystportal.fo/livar+nysted+fer+at+rogva+i+indiskahavinum+i+summar.html Eystportal.fo] Túruin verður úr [[Perth]], [[Avstralia]] til [[Mauritius]], teinurin er umleið 6.500 km. Livar Nysted fer at rógva í Indiskahavinum í summar</ref> Ein av rógvarunum er ein libanesi, [[Maxime Chaya]],sum er ein ævintýrari og hevur roynt alt møguligt, eitt nú var hann fyrsti libanesi, sum klintraði upp á [[Mount Everest]].<ref>Samrøða í útvarpinum hjá Kringvarpinum 18. apríl 2013, sum Solby Kristiansdóttir gjørdi við Livar.</ref> Ferðin um Indiska Havið byrjaði 9. juni 2013. Alt gekk gott teir fyrstu dagarnar, ymiskir trupulleikar hava verið á ferðini, hin 15. juni var okkurt galið við vatngeranum umborð. 19. juni høvdu teir enn trupulleikar við vatngeranum, og nú vóru eisini trupulleikar við manglandi streymi. Vindmyllan virkaði ikki sum hon skuldi, teir hava eisini sólpanelir umborð, men tað hevur verið yvirskýggjað, og tí hava hesir ikki framleitt nakran serligan streym henda fyrsta partin av túrinum. Hin 23. juni høvdu teir mótvind og stóra aldu, og høvdu ligið við drívakkeri í tveir dagar, uttan at rógva. Men teir róku tó tann rætta vegin móti Mauritius. Eitt gott sum hendi, meðan teir lógu við drívakkeri, var at Livar tá fekk góðar stundir til at hyggja nærri eftir vatngeranum, og helt at okkurt sá eitt sindur løgi út, hann býtti so um uppá okkurt og stytti onkra slangu, og so fór hann at virka aftur sum hann skuldi. Hann var nokk feilmonteraður, sá tað út til.<ref>[http://livar.trip.fo/news-heilsan+fra+livar_grgv.htm Livar.trip.fo]</ref> Hin 22. juni høvdu teir róð 1200 km.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/48_timar_drvakkeri Aktuelt.fo] 48 tímar í drívakkeri</ref>
 
=== Tvørtur um Suðuratlantshavið í 2013 við Avalon ===