Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
'''A-landsliðið hjá Føroyum''', kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið verður í Kanada í 2015.<ref>[http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&Year=2012&Month=11&NewsId=859&PID=487 FSF.fo, Kvinnurnar til HM-undankapping]</ref> Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á [[Oyggjaleikir|Oyggjaleikum]], har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í [[Oyggjaleikir 2007|07]], [[Oyggjaleikir 2009|09]] og [[Oyggjaleikir 2011|11]]. Føroyska A-landsliðið er saman við [[Áland]]i mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007,09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Venjarar síðan september 2012 hevur [[Jón Pauli Olsen]] verið høvuðsvenjari. Fyrst varð [[Rúni Nolsøe]] settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist [[Ingun Hansen]] nýggjur hjálparvenjari.<ref>[http://www.sudurras.fo/17255 Sudurras.fo, Vágbingarnir Rúni og Jón Pauli venja A-landsliðið hjá kvinnum]</ref> Áðrenn tað var [[Álvur Hansen]] høvuðsvenjari í 11 ár.<ref>[http://sportal.fo/grein/alvur_takkar_fyri_seg Sportal.fo, Álvur takkar fyri seg]</ref> Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum.<ref>[http://sportal.fo/grein/kvinnulandslidid_nummar_67_i_heiminum sportal.fo] Kvinnulandsliðið nummar 67 í heiminum</ref>
 
== HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappingini ==