Munurin millum rættingarnar hjá "Føroysk Wikipedia"

Wikipedia-versjónin á føroyskum
Content deleted Content added
Nýggj síða
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 20. jun 2013 kl. 23:08

Føroysk Wikipedia er tann føroyskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum Arne List, sum upprættaði eina grein um Føroyar. Tríggjar vikur seinni, hin 20. juni 2004, varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum Quackor og pr. 6. april 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú 14.083 greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi).

Forsíðan á føroysku Wikipediu, sum hon sá út 17. mars 2013

Grønlandsk Wikipedia (kl:) hevði í apríl 2013 tilsamans 1.590 greinar, Donsk Wikipedia (da:) hevði tá fleiri enn 176.000 greinar. Í juni 2013 kom Svensk Wikipedia upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum.

Nøkur hagtøl um føroysku Wikipedia

  • 30. mai 2004 verður fyrsta greinin skrivað á føroysku Wikipedia, tað er greinin Føroyar, sum týskarin Arne List upprættaði
  • 20. juni 2004 varð forsíðan á føroysku Wikipediu upprættað av føroyska brúkaranum Quackor, og føroyska Wikipedia varð rættiliga sett á stovn
  • September 2005 - 1000 greinar
  • Juni 2006 - 2000 greinar
  • April 2008 - 3000 greinar
  • Marts 2010 - 4000 greinar
  • Juni 2011 - 5000 greinar[1]
  • 6. april 2013 - 6000 greinar

Keldur

  1. Hagtøl yvir føroysku Wikipedia