Munurin millum rættingarnar hjá "Albert Einstein"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 2:
'''Albert Einstein''' (føddur [[14. mars]] [[1879]] í [[Ulm]], [[Týskland]]i, deyður [[18. apríl]] [[1955]] í [[Princeton, New Jersey|Princeton]], [[New Jersey]]) var ein [[Týskland|týskføddur]] granskari, sum fann fram til relativitetsástøði. Hann móttók [[Nobel-heiðurslønin í alisfrøði|Nobel-heiðurslønina]] í 1921 í alisfrøði, hann fekk heiðurslønina fyri sína frágreiðing um tann fotoelektroniska virknaðin. Hann varð føddur í Suðurtýska býnum Ulm, men tá hann var hálvt ára gamal flutti familjan til München, har pápin lat upp ein elektronikk fyritøku. Orsakað av peningaligum trupulleikum, flutti familjan til [[Torino]] í [[Italia]] í 1894 og fáir mánaðir seinni til [[Pavia]]. Albert Einstein bleiv verandi í Mûnchen fyri at gera seg lidnan við studentaskúlan. Hann valdi í 1895 at støðga í skúlanum, fyri at fylgja aftaná foreldrunum.
 
16-ára gamal royndi hann at verða innskrivaður í polytekniska háskúlan í Zürichs uttan nakað studentaskúlaprógv. Hann kláraði tó ikki upptøkuroyndina, sjálvt um hann fekk topkarakterir til alisfrøði og matematik, og tí tók hann í 1896 studentaprógvtøku á studentaskúlanum í [[Aarau]] í [[Sveis]]. Síðan fór hann alt fyri eitt í holt við lesnaðin í alisfrøði (fysik) á polytekniska háskúlanum og fýra ár seinni fekk hann prógv. Sum 17-áragamalára frásegðigamal frásegði Albert sær sítt týska ríkisborgaraskap og í 1901 fekk hann sveisiskt ríkisborgaraskap. Eftir tvey ár við skiftandi vikariatum, varð hann settur í starv sum tekniskur málsviðgeri á patentskrivstovuni í [[Zürich]].
 
Í 1903 giftist hann við Mileva Maric, sum hann bleiv separeraður frá í 1916. Tey bæði fingu tveir synir, Hans Albert (1904) og Eduard (1910). 2. juni 1919 giftist hann við systkinabarni sínum Elsa Löwenthal, fødd Einstein. Efternavnið hevði hon frá fyrsta hjúnabandinum. Elsa var trý ár eldri enn Albert. Tey bæði fingu ongin børn saman.