Munurin millum rættingarnar hjá "Dagur og vika"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 2 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1157397 (translate me)
dagført Dagur og Vika
Linja 4:
Dagur og vika fór í luftina á fyrsta sinni í [[Mai|mai]] [[1984]], og fram til [[1. septembur]] sama ár varð ein sending víst um [[Vika|vikuna]]. Hesir fýra mánaðirnir vórðu sæddir sum ein royndartíð, og tá tíðin royndist væl, varð farið undir at senda tvær ferðir um vikuna eftir hetta. Fólkini handan Dag og viku vóru tá m.o. [[Finnbogi Ísakson]], [[Bergljót D. Hentze]], [[Jógvan Jespersen]], [[Zacharias Hammer]], [[Jógvan Olsen]], [[Árni Gregersen]] og [[Johnsigurd Johannesen]] <ref>http://www.imdb.com/title/tt1444844/</ref>.
 
Framleiðslan av Degi og viku er nógv broytt gjøgnum árini. Tá innsløg skuldu gerast fyrstu árini, varð farið út um landið við útgerð á virði á umleið hálva millión, og innsløgini vardu okkurt um fimm minuttir. Útlendsku tíðindini komu við [[flogfar]]i úr [[Danmark]] og vóru í minsta lagi ein dag gomul, tá tey vórðu send. Í dag er útgerðin bæði bíligari og lættari, og útlendsku tíðindi verða fingin til vega sama dag, í samstarvi við altjóða tíðindastovur ella varpað beinleiðis gjøgnum talgilt sendinet.
 
Síðan byrjan í 1984 hevur Dagur og vika verið send úr Vørðsluni. Tann 11. juni 2013 bleiv seinasta Dagur og Vika send úr Vørðsluni. Hereftir verður sent úr útvarpshúsinum. Bygningarnir í Vørðuni eru seldir og koma útvarpið og sjónvarpið hjá kringvarpinum at halda til í útvarpshúsinum í Sortudíki.
 
== Sjónvarpsvertir ==