Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
s Dagførdi íbúgvatalið
Linja 70:
Upprunafólkið í Kalifornia er indiánar.[[Spania|Spaniólar]] vóru fyrstir úr Evropa, sum búsettust í Kalifornia. [[Kyrrahav]]sstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longur áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. So seint sum í [[1848]] var heilt lítið av fólki í Kalifornia, men so frættist, at gull var funnið í landinum, og menn tustu til úr øllum ættum - tað mesta kom eftir [[Sjógvur|sjónum]], tí í teirri tíðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanífrá til vesturstrondina í [[USA]]. Summir funnu gull og gjørdust ríkir eftir stuttari tíð, men teir flestu funnu einki. Teir vórðu kortini verandi, tí teir sóu, at landið var livligt, veðurlagið heitt, jørðin góð, og nógvur [[fiskur]] úti fyri strondini.
 
Í [[januar]] [[20112013]] búðu 3738 253041 956430 fólk í Kalifornia. Í [[Flagg Sambandsríkið Amerika|amerikanska flagginum]] eru 50 stjørnur, ein fyri hvørt landið í [[USA]]. Vóru stjørnurnar eftir fólkatalinum, hevði stjørnan hjá [[Wyoming]] verið tann minsta og stjørnan hjá Kalifornia, sum er fjølmentasta landið, hevði verið einar 60 ferðir størri. Kalifornia er fjølmentað samfelag. Almenna [[mál]]ið í statinum er [[Enskt mál|enskt]] <ref>http://www.leginfo.ca.gov/.const/.article_3</ref>, men fólkið í Kalifornia er ættað úr mongum londum - har eru [[Afroamerikanarar|afroamerikanar]] (6,7 %), [[Latínoamerikanarar|latínoamerikanar]] (36,6 %), [[Upprunaamerikanarar|indiánar]] (1,2 %), [[ásia]]tar (12,5 %) og [[Evropa|evropear]] (42,3 %) <ref>http://quickfacts.census.gov/qfd/states/06000.html</ref>. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í [[Suðurkalifornia]]. Tey flestu hava [[USA|amerikanskan]] ríkisborgararætt. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og [[Búskapur|búskapi]]. [[Meksiko|Meksikanskur]] [[matur]] og [[tónleikur]] er væl dámdur. Meginparturin av fólkinum er [[Protestantisma|protestantar]], og eini 31 % eru [[Rómverska-katólska kirkjan|katolikkar]].
 
At standa á [[Surfing|brimfjøl]] er væl dámd kalifornisk [[Ítróttur|ítrótt]]. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina.