Munurin millum rættingarnar hjá "Trinidad og Tobago"

Content deleted Content added
J 1982 (kjak | íkøst)
No edit summary
søga + ítróttur + myndir
Linja 1:
[[Mynd:LocationTrinidadAndTobago.png|200px|thumbnail|Trinidad og Tobago á kortinum]]
'''Trinidad og Tobago''' ([[Enskt mál|enskt]]; ''Trinidad and Tobago'') er eitt land í [[Norðuramerika]].
[[Mynd:Parlatuvier Bay view (2009a).jpg|200px|thumbnail|Parlatuvier Strondin er væl umtókt ferðamál]]
'''Trinidad og Tobago''' ([[Enskt mál|enskt]]; ''Trinidad and Tobago'') er eitt land í Suðurkaribiska Havinum í [[Norðuramerika]]. Landið fevnir um tær báðar høvuðsoyggjarnar Trinidad og Tobago og 21 aðrar minni oyggjar. Landið liggur 11 km frá stondini í Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Port of Spain, størti býurin er San Fernando. Oyggjarnar fevna um eitt økið á 5.128 km².
 
== Søga ==
Áðrenn Christopher Columbus fann oyggjarnar í [[1498]] búðu karibiarar og arawakar har. Trinidad var spanskt hjáland frá 1400-talinum til bretar tóku oynna í 1797. Meðan Trinidad var undir sponskum harradømi fluttu nógvir franskmenn til oynna. Eisini franskir plantasjueigarar frá teimum fronsku hjálondunum [[Martinique]] og [[Guadeloupe]] komu til Trinidad, har teir byrjaðu at dyrka sukkurrør, kaffi og kakao. Teir førdu afrikanskar trælir við sær.
 
Tobago hevur verið hjáland undir [[Spania]], [[Niðurlond]]um, [[Frakland]]i og [[Stórabretland]]i.
 
Trinidad gjørdist bretskt hjáland í 1802 og Tobago í 1814. Oyggjarnar savnaðust til eina fyrisitingarliga eind av bretum í 1890.
 
Trældómur bleiv forboðin um hálva 19. øld, og tað førdi til mangul uppá arbeiðskraft innan landbúnaðin, sum førdi til, at arbeiðskraft varð innflutt úr [[India]], [[Kina]] og [[Portugal]]. Fyrst í 1900-talinum komu eisini tilflytarar úr [[Sýria]] og [[Libanon]].
 
Í byrjanini av 1900-talinum varð farið í holt við at útvinna olju á Trinidad og seinni eisini náttúrugass.
 
Trinidad og Tobago gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1962 og gjørdist lýðveldi í 1976.
 
== Ítróttur ==
=== Luttøka á Olympisku Leikunum ===
Trinidad og Tobago luttekur í Olympisku Leikunum. Á [[Summar-OL 2008]] vunnu tey [[Heiðursmerkjabýtið á Summar-OL 2008|2 bronsu heiðursmerki]]. Á Summar-OL 2012 van Trinidad og Tobago eitt gull og trý bronsu heiðursmeriki og endaði á einum 47. plássi.
 
=== HM í fótbólti ===
Í 2006 luttók Trinidad og Tobago fyri fyrstu ferð í einum HM endaumfari í fótbólti. Í fyrsta dystinum spældu teir javnleik móti [[Svøríki]]. Síðan taptu teir 2-0 móti [[Ongland]]i og 2-0 móti [[Paraguei]], og endaðu á aftasta plássi í bólki B.
 
== Slóðir ==
Line 7 ⟶ 29:
 
[[Bólkur:Trinidad og Tobago| ]]
[[Bólkur:Oyggjar]]