Munurin millum rættingarnar hjá "Poula Øssursdóttir Mohr"

Content deleted Content added
HM 2013
Linja 1:
'''Poula Øssursdóttir Mohr''' (fødd [[1995]]) er ein føroyskur svimjari, sum í løtuni (mai 2013) svimur fyri [[Havnar Svimjifelag]] og fyri [[Føroyar]]. Hon hevur sett fleiri føroysk senior og junior met í svimjing. Á FM Stevnuni í [[Tórshavn|Havn]] í mai 2013 varð hon kosin ''Ársins Svimjari''. Poula er dóttir listamálaran [[Øssur Mohr]]. Bróðir hennara [[Pauli Øssursson Mohr]] er eisini svimjari, sum eitt nú hevur sett føroysk senior met í 50 m bringu á lang- og stuttgeil og fleiri liðmet (senior) á stuttgeil. Eldri bróðir teirra Jákup Øssursson Mohr var svimjari fyrr og var við til at seta met í liðsvimjing í 4 x 200 m frí á langgeil. Poula hevur fyrr svomið fyri [[Fuglafjarðar Svimjifelag]]. Í mai 2013 varð Poula úttikin til [[Føroyska svimjilandsliðið]] sum skal svimja á [[HM 2013 í svimjing|HM]] í [[Barcelona]].
 
== Lívsleið innan svimjing ==