Munurin millum rættingarnar hjá "Stokkhólmur"

Content deleted Content added
Setti eina mynd inn.
Linja 18:
== Søga ==
=== Ungdómsófriður í mai 2013 ===
[[Mynd:Second_day_of_Husby_riots,_three_burning_cars.jpg|thumb|left|220px]]
 
Í [[Husby]], har 81,9 prosent av teimum umleið 12.000 íbúgvunum hava útlendskan uppruna <ref>http://www.usk.stockholm.se/tabellverktyg/tv.aspx?projekt=omradesfakta&omrade=22602</ref>, hevur verið sera ófriðarligt í mai 2013. Ófriðurin, sum fyri tað mesta stavar frá ungum við fremmandum uppruna <ref>http://www.washingtonpost.com/world/stockholm-riots-raise-questions-about-immigration-policy/2013/05/22/5f7d5394-c316-11e2-8c3b-0b5e9247e8ca_story.html</ref>, byrjaði sunnukvøldið 19. mai 2013, tá eini 40 ungfólk í [[Husby]] settu eld á bilar og steinaðu eftir bæði [[Løgregla|politistum]] og fólki frá bjargingartænastuni <ref>http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-22656657</ref>. Eldur varð settur á tríggjar skúlar, harav tann eini brann í grund, og í minsta lagi 129 bilar blivu brendir í forstøðunum Husby, Rinkeby og Tensta. Í Älvsjö, sunnan fyri Stockholm, varð millum annað eldur settur á eina politistøð, umframt at rútar blivu knústir og annað herverk gjørt. Í Jakobsberg steinaðu ungfólkini politistøðina, so fleiri rútar fóru í knús, og í Skarsholmen gekk herverkið út yvir ein barnagarð, sum eldur varð settur á. Bæði í Rinkeby, Skarpnäck, Norsborg, Kista og Tensta, var eldur settur á bilar og bygningar. Politiið hevur tilsamans tikið eini 35 fólk <ref>http://www.vg.no/nyheter/utenriks/artikkel.php?artid=10103534</ref>, og í eina førinum er talan um handtøku fyri morðbrand. Politiið hevur handtikið fleiri fólk, sum verður sagdur at stava frá, at ungdómsarbeiðsloysið er stórt, men eisini, at hesi ungu duga illa at laga seg til svenska samfelagið.