Munurin millum rættingarnar hjá "Malaisia"

Content deleted Content added
Linja 42:
 
== Búskapur ==
[[Mynd:KL_nightline.jpg|thumb|right|250px|Náttarmynd av [[Kuala Lumpur]]. Hann er miðdepilin í búskapi og ídnaði í Maleisia.]]
 
Í [[1990-árini|1990-árunum]] var búskaparliga menningin í Maleisia størri enn í flestum londum í heiminum. Enn verður nógv náttúrutilfeingi vunnið, men [[ídnaður]]in er ógvuliga nógv vaksin. Nú eru tveir triðingar av útflutninginum liðug vøra, til dømis bilar, elektrónikkur, klæði og [[Matur|matvøra]].
 
Linja 55:
==== Gummitræið ====
 


Gummitræið vaks av fyrstan tíð í skógunum í [[Brasil]], haðan tað er tikið og ført til [[Landsynningsásia]]. Í Maleisia hevur gummitræið tær bestu vakstrarvánir, tí moldin er góð og veðrið til vildar. Stórir regnskógir á [[Malakkahálvoyggin|Malakkahálvoynni]] vóru høgdir niður og lagdir í garðar. Har vóru tey fyrstu gummitrøini sett niður, og haðani eru tey farin út um allan landspartin og á oyggjarnar í [[Indiahav]]inum. Knappur helmingur av allari gummiframleiðslu í heiminum kemur úr vakstrargørðunum í Maleisia, og gummi er mætasta útflutningsvøra í landinum. Í gummitrænum er ein sevja, sum líkist mjólk, eins og í hagasóljum. Tá ið gummitræið er fimm ára gamalt, kunnu teir tappa sevju úr tí. Teir skera eina fliku inn í børkin á tí í neðra og seta eina skál undir flikuna. Niður í skálina rennur tá ein tjúkk sevja og skálin verður tømd eina ferð um dagin. Gummisevjan verður á gummivirkjum blandað við sýru, so at hon loypir saman til rágummi <ref>http://snl.no/Malaysia/n%C3%A6ringsliv</ref>.
 
== Fólkið ==