Munurin millum rættingarnar hjá "Malaisia"

Content deleted Content added
Linja 39:
== Landafrøði ==
 
Maleisia er frælst ríki í syðra parti av [[Malakkahálvoyggin|Malakkahálvoynni]]. Maleisia er í tveimum høvuðslandslutum, sum eru langt hvør frá øðrum, ímillum landslutirnar er [[Suðurkinahav]]. Vestari landslutur er á meginlandinum, sunnarlaga á [[Malakkanes]]i ímillum [[Teiland]] og [[Singapor]], og eystari landslutur er norðarumegin í [[Borneo]]. Inni í landspartinum [[Sarawak]] á Borneo er lítla landið [[Brunei]]. Landið er mest sum alt avtakið við tropiskum regnskógi, og bara tríggjundaparturin av landinum er veltur. Av tí at nógv fólk býr fram við áunum og á láglendinum við strendurnar - hetta er lendið, sum javnan stendur undir í vatni - verða húsini sett á steyrar, ið standa djúpt niður í jørðina. Bygdir við tílíkum húsum, nevnd kampung, eru víða hvar í [[Ásia]]. Húsini standa høgt frá jørðini, at tey skulu ikki fara í vatnflóð. Mongu gluggarnir og tað, at opið er undir gólvinum, ger, at húsini eru turr, og tað verður ikki so klumrut inni.
 
== Búskapur ==