Munurin millum rættingarnar hjá "Bermuda"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 108 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q23635 (translate me)
skrivaði meira tekst + myndir
Linja 1:
[[Mynd:LocationBermuda.png|thumb|200px|Bermuda]]
[[Mynd:Bermuda topographic map-en.png|200px|thumbnail|Kort av Bermudaoyggjunum.]]
'''Bermuda''' er ein oyggjabólkur sum hoyrir til [[Bretland]]. Høvuðsstaðurin eitur [[Hamilton]].
[[Mynd:Devonshire Redoubt (Bermuda).png|200px|thumbnail|Devonshire skansin, teknaður í 1614, teknað av Captain John Smith.]]
[[Mynd:BDA Bermuda.jpg|200px|thumbnail|Ein strond í Bermuda]]
'''Bermuda''' er ein oyggjabólkur sum hoyrir til [[Bretland]], sum liggja í Norðuratlantshavi eystanfyri USA. Nærmasta stað í USA er Cape Hatteras, [[North Carolina]], sum liggur umleið 1030 km í ein útnyrðing frá Bermuda. Oyggjarnar liggja 1.239 kilometres sunnanfyri Cape Sable Island, [[Nova Scotia]], og 1.770 kilometrar í ein landnyrðing av [[Miami]]. Høvuðsstaðurin eitur [[Hamilton]], tó var St. George tann fyrsti høvuðstaðurin, og er St. George tann elsti enskt-talandi býurin uttanfyri Stórabretland í heiminum. Oyggjarnar eru 53,2 km<sup>2</sup> til støddar. Í 2010 var fólkatalið 64.268 og fólkatættleikin var 1.275 pr. km<sup>2</sup>.
Bermuda er tað norðasta og eystasta staðið av Burmuda-trýkantinum, har tað sigst at nógv skip eru gingin burtur og flogfør eru dottin niður á mystiskan hátt.
 
== Søga ==
{{stubbi}}
Bermuda oyggjarnar vóru funnar í 1505 av spanska Juan de Bermúdez kapteini, sum oyggjarnar eru uppkallaðar eftir. Í 1609 stovnaði Virginia Company eina búseting á Bermuda, hetta var tvey ár eftir, at sama fyritøka hevði sett á stovn býirinir Virginia og Jamestown á amerikanska kontinentinum. Búsetingin fór fram tá ein ódn herjaði øki og tað søkkandi enska skipið Sea Venture noyddist at stýra á eitt sker har um leiðir, so at manning og ferðafólk kundu fara í land. Virginia Company stýrdi oynni til 1614, tá ein onnur fyritøka Somers Isles Company, tók yvir og hevði ræði á oynni til 1684, tá bretar tóku valdið á oynni.
 
Í 1707 vóru oyggjarnar alment innlimaðar í [[Stóra Bretland]].
 
== Tíðarlinja ==
* [[1505]] – Oyggjarnar vóru funnar av spaniólanum [[Juan de Bermúdez]]
* [[1609]] – Tey fyrstu niðursetufólkini búsettust á Bermuda, tey vóru úr [[Stórabretlandi]]
* [[1679]] – Bermuda gjørdist [[bretsk]] [[koloni]], tó ikki alment fyrr enn í 1707
* [[1707]] - Oyggjarnar vóru alment innlimaðar í [[Stóra Bretland]].
* [[1797]] – Ein bretsk hernaðarbasa varð bygd á oynni
* [[1834]] – Trælahandil gjørdist ólógligt á Bermuda
* [[1968]] – Oyggjarnar fingu sjálvstýri
 
== Ítróttur ==
 
=== Oyggjaleikir ===
Bermuda er limur í Oyggjaleikunum, har Føroyar eisini eru limir. [[Oyggjaleikir 2013]] verða á Bermuda. Bermuda luttekur eisini á [[Olympiskir Leikir|Olympisku Leikunum]].
 
=== Olymisku Leikirnir ===
Tey hava eitt nú luttikið í sigling, svimjing, kaving, frælsum ítrótti og triatlon.
 
{{Fyrimynd:Norðuramerika}}