Munurin millum rættingarnar hjá "India"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 41:
 
Í øllum indiskum landslutum var høvuðsstøð, har [[Stóra Bretland|bretskir]] embætismenn búðu saman við húskjum sínum. Tey komu ikki í samband við vanliga fólk - ið og livdu sum [[Stóra Bretland|bretski]] yvirstætturin, høvdu mong tænastufólk, hildu gildi, gjørdu útferðir og spældu [[polo]], sum [[Stóra Bretland|bretar]] høvdu lært seg í mogultíðini.
 
== Tryggleiki ==
 
=== Yvirgang ===
 
Tað er stórur vandi fyri yvirgangsálopi í India. Vandin er størstur í norðaru serstatunum [[Jamma]] og [[Kashmir]], men eisini aðra staðnis í India er vandi fyri yvirgangsálopi. Mumbai bleiv tann 26. november og náttina til 27 . november 2008 rakt av eini seriu av samskipaðum yvirgangsálopum rættað móti m.a eini sera upptiknari jarnbreytarstøð (Chatrapati Shivaji), einari vælumtóktari matstovu (Café Leopold), einum fyritøkuraðhúsi (Nariman House), tveimum sjúkrahúsum (Cama og Albless) og tveimum internationalum hotellum (Taj Palace Hotel og The Oberoi Trident Hotel). Umframt hetta kom eisini tilvildarlig skjóting frá yvirgangsfólkunum í smáum bólkum frá minnisverkinum Gateway of India til hesi mál. Yvirgangsfólkini tóku gíslar
fleiri staðni, og ikki fyrr enn sunnudagin 30. november 2008 kundi tann indiski myndugleikin vátta, at gíslasituatiónin var endað. 165 deyð og 304 særd, íroknað útlendingar. Tann 25. juli 2008 bleiv tann suðurindiski býurin [[Bangalore]] raktur av eini seriu upp á átta bumbur. Bumburnar, ið vóru plaseraðar ymsa staðni í býnum, drupu tvey og
særdu fleiri, tó ongan útlending.
 
=== Kriminalitetur ===
 
Í norðara parti av India eru álop, fólkarán og morð á útlendingar, ið fjakka. Tað verður tí frárátt at fjakka einsamallur ella í smáum bólkum. Ferðafólk mugu verða ansin viðvíkjandi [[narkotika]], tí í India er hørð revsing fyri allar narkotika
brotsgerðir. Til dømis kunnu fá gram av [[marijuana]] geva fleiri ára fongsulsrevsing.
 
== Mentan ==