Munurin millum rættingarnar hjá "Pólland"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 234 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q36 (translate me)
No edit summary
Linja 5:
| mynd_skjald = Herb Polski.svg
| motto = Bóg, honor, ojczyzna
| mynd_positión = EU_location_POLPoland_(orthographic_projection).pngsvg
| alment_mál = [[Pólskt mál|Pólskt]]
| høvuðsstaður = [[Warszawa]]
Linja 14:
| vídd = 340 030
| vatn = 0,26 %
| íbúgvar = 39 551 22738,383,809
| íbúgvar_ár = 20042013
| íbúgvar_km2 = 109
| fullveldi = [[1918]]→
Linja 27:
}}
 
'''Pólland''' er lýðveldi í [[Evropa|Miðevropa]]. Pólland hevur mark við [[Eystrasalt]], [[Russland]] ([[Kaliningrad]]) og [[Litava]] í norðri, [[Týskland]] í vestri, [[Kekkia]] og [[Slovakia]] í suðri og [[Hvítarussland]] og [[Ukraina]] í eystri. Pólsku mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Dagsins Pólland varð stovnað eftir [[Seinni heimsbardagi|2. veraldarbardaga]]. Pólland er ein blandingur av spjøddum landbúnaðarbygdum og vøkrum miðaldarbýum. Næstan alt landið er fláur slætti, og tilsamans er tað størri í vídd enn hini trý londini í [[Miðevropa]].
 
== Navnauppruni ==
Linja 36:
''Høvuðsgrein: [[Pólsk søga]]''
 
Stórslignu miðaldarhúsini í [[Kraków]] eru sjónlig dømi um, at Pólland var stórveldi í 15. og 16. øld, áðrenn landið var skift sundur ímillum onnur ríki. Gomlu kirkjurnar, borgirnar og almennu fyrisitingarhúsini í Póllandi eru ímillum tað vakrasta, sum bygt er í Evropa. Mangir bygningar fóru illa ella vórðu oyðilagdir í [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]], men í Kraków varð ikki so nógv oyðilagt. [[Jødar]]nir í [[Evropa|Norður]]- og [[Miðevropa]] flýggjaðu til Pólland og stovna har eina blómandi [[Jødadómur|jødiska]] mentan í stóru býunum og á bygd. [[Jødar]]nir fullu so væl inn í pólska samfelagið, at teir tóku yvir klædnabúnarnar hjá pólska aðalinum, sum enn tann dag í dag er búnin hjá [[Ortodoksa kirkjan|ortodoksu]] hassidimjødunum.
 
Fyrst í 1980-árunum settu póllendingar seg meiri og meiri upp ímóti kommunistastýri landsins, sum varð stuðlað úr [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]]. Fakfelagsformaðurin Lech Walesa stóð á odda í stríðnum, tá ið póllendingar sluppu undan kommunistastýrinum. Hann gjørdist forseti í nýggja fólkaræðisstýrda Póllandi í 1990. Tíggju ár frammanundan høvdu ónøgdir verkamenn á Lenin-skipasmiðjuni í [[Gdansk]] mótmælt vánaligu viðurskiftum sínum. Fakfelagið Solidaritet, við Lech Walesa á odda, gekk undan í stríðnum. Skiftið til fólkaræði hevði við sær ótrygg politisk viðurskifti. So leingi Pólland stóð undir Sovjetsamveldinum, var landið við í einari stórari, miðstýrdari búskaparskipan. Til dømis varð stál flutt úr [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] til Póllands, har tað m.a. varð nýtt til traktorar, ið síðan vórðu fluttir út til okkurt Sovjetlýðveldi. Eftir at [[fólkaræði]] aftur varð sett í gildi, hevur Pólland roynt at lagt stóran dent á at lagt um til marknaðarbúskap og at selt privatum fyritøkum tær stóru, ótíðarhóskandi, ríkisriknu verksmiðjurnar.
 
== Fólkið ==
 
Fyrr búðu mong fólkasløg í Póllandi, men kríggj, jødatyning nasistanna, burturflyting og marknabroytingarnar í 1945 hava havt við sær, at mesta fólkið nú eru póllendingar, ið hoyra til [[Katólska kirkjan|katólsku kirkjuna]].
 
== Politikkur ==
Line 49 ⟶ 55:
''Høvuðsgrein: [[Pólsk landafrøði]]''
 
Pólland er mest eitt slættlendi, alt sum tað er; á markinum til [[Slovakia]] er kortini ein høgur fjallaryggur, sum eitur Karpatarfjøllini. Fram við Eysturhavinum eru sandbakkar, og summastaðni byrgja langir sandtangar stórar firðir av frá havinum. Í áarmunnunum er heldur grunt, men kortini er siglandi eftir bæði [[Oder]] og [[Wisla]], so tær hava almiklan týdning fyri samferðsluna. Fyri kríggið átti Poland bert eina smala geil norður móti havinum. men tá ið kríggið hæsaði av, varð pólska markið vesturflutt, og landið fekk harvið stórt strekki av [[Týskland]]i, soleiðis at teir nú eiga mikla vídd fram við sjónum. Samstundis sum markið varð flutt vestur á Týskland, varð eisini [[Russland|russiska]] markið flutt vestur. Nakað suður frá strondini verður landslagið heldur heyggjut við nógvum tjarnum, men moldin er góð. Sunnari koma stórar slættar fløtur við sandmold; sunnan fyri tær hækkar landið so líðandi, men jørðin er av tí besta. og alt er undanvelt. Heilt suðuri ígjøgnum koma so Karpatarfjøllini. Tey eru ikki hægri enn so, at eingin kavi liggur á teimum um summarið, og har vaksa stórir skógir.
Pólland er mest eitt slættlendi, alt sum tað er; á markinum til [[Slovakia]] er kortini ein høgur fjallaryggur, sum eitur Karpatarfjøllini. Fram við Eysturhavinum eru sandbakkar,
og summastaðni byrgja langir sandtangar stórar firðir av frá havinum. Í áarmunnunum er heldur grunt, men kortini er siglandi eftir bæði [[Oder]] og [[Wisla]], so tær hava almiklan týdning fyri samferðsluna. Fyri kríggið átti Poland bert eina smala geil norður móti havinum. men tá ið kríggið hæsaði av, varð pólska markið vesturflutt, og landið fekk harvið stórt strekki av [[Týskland]]i, soleiðis at teir nú eiga mikla vídd fram við sjónum. Samstundis sum markið varð flutt vestur á Týskland, varð eisini [[Russland|russiska]] markið flutt vestur. Nakað suður frá strondini verður landslagið heldur heyggjut við nógvum tjarnum, men moldin er góð. Sunnari koma stórar slættar fløtur við sandmold; sunnan fyri tær hækkar landið so líðandi, men jørðin er av tí besta. og alt er undanvelt. Heilt suðuri ígjøgnum koma so Karpatarfjøllini. Tey eru ikki hægri enn so, at eingin kavi liggur á teimum um summarið, og har vaksa stórir skógir.
 
== Búskapur ==
''Høvuðsgrein: [[Pólskur búskapur]]''
 
Stórur partur av póllendingum er smábøndur, og pólska fólkið legði sær eina við at goyma gamlar siðir øll árini, [[Sovjetsamveldið]] hevði so stóran ávirkan í landinum. Tí vórðu bóndagarðarnir ikki lagdir saman í ovurstórar felagsgarðar, sum annars var vanligt í londunum, ið vóru undir kommunistiska sovjetstýrinum. Sumstaðni í Póllandi pløga bøndurnir enn við [[ross]]i. Enn er eisini vanligt at virka vørur og gera listhandverk heima. Innbúgvið er litfagurt málað, og vanligt er at prýða húsini innan við baldýringum og útskornum lutum. Um fjórðingur av fólkinum arbeiðir í [[Landbúnaður|landbúnaðinum]]. Mesta grøðin er epli, korn og sukurrøtur; nógv verður eisini gjørt burtur úr neytahaldi. Einstakir bøndur hava marknaðarbrúk burturav, men teir flestu dyrka eitt sindur at selja og hava tað, ið eftir er, til sín sjálvs. Landbúnaðurin er soleiðis, tí at flestu garðarnir eru smáir óðalsgarðar og framíhjávinna. Tey, ið sita við gørðunum, eru eldri fólk í eftirlønaraldri.
 
== Sí eisini ==
Line 60 ⟶ 67:
 
== Útvortis ávísing ==
 
* [http://www.polska.pl/ polska.pl]
* [http://www.eurokonstytucja.pl/ Eurokonstytucja]