Munurin millum rættingarnar hjá "Grikkaland"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 135:
Bara triðingurin av Grikkalandi er nýtiligur sum landbúnaðarlendi, og yvirhøvur er jørðin kørg og grýtut. Tí er nógv arbeiði av at velta jørðina. Triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í [[Evropa]]. Høvuðsgrøði er oljuber. Oljutræið verður dyrkað í líðunum í hálendinum um alt landið. Grikkaland er triðstørsta oljuberjaland í heiminum, næst eftir [[Spania]] og [[Italia]]. Grikkar dyrka eisini aðra grøði, til dømis vínber, fikur, bummull, tomatir, tubbak, aldinfrukt og aðra frukt.
 
Grikkaland hevur verið plága av kríggi við grannalond og eftir Seinna Heimsbardaga herjaði borgarkríggj í nøkur ár. Tað hevur verði ringt fyri búskapin. Í 1967 var kongurin Konstantin II koyrdur frá eitt hernaðar kvett fór fram. Árini fram til 1974 var landið stýrt av hernaðar junta.<ref>[http://www.denstoredanske.dk/Rejser,_geografi_og_historie/Gr%C3%A6kenland/Gr%C3%A6kenland_(Historie)/Gr%C3%A6kenland_(Historie_-_Juntatiden_(1967-74)) DenStoreDanske.dk, Grækenland - historie (Juntatiden, 1967-74)]</ref> Eftir at demokrati aftur valdaði gekk framá [[Búskapur|búskaparliga]] í nøkur ár, serliga tí at stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veittu landinum stóra inntøku. Í 2010-11 var landið í álvarsamari fíggjarligari kreppu og noyddist at fáa hjálp frá hinum londunum í EUES. Grikkaland fekk ein hjálparpakka frá EUES á 109 milliardir Eurorvro, tað svarar til 812 milliardir krónur. Serfrøðingar mettu eftir at hjálparpakkin var latin, at nú fór at ganga framá aftur í Grikkalandi við búskapinum.<ref>[http://politiken.dk/udland/ECE1342382/ekspert-graekenland-paa-vej-ud-af-krisen/ Politiken.dk, Ekspert: Grækenland på vej ud af krisen]</ref> EUES setti tó strong krøv til griksku stjórnina áðrenn hesin hjálparpakkin var latin. Stór ónøgd var millum grikkar og mótmælisgongur vóru ofta í Athen og øðrum stórum býum.
 
=== Ferðavinna ===