Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Content deleted Content added
Linja 42:
 
Minst fjórða hvørt ár skulu 179 limir veljast í fólkatingið, lóggávuting Danmarkar. [[Føroyar|Føroyingar]] og [[Grønland|grønlendingar]] velja hvør sínar tveir. Danska stjórnin skal hava meiriluta í Fólkatinginum, annars má hon leggja frá sær. Henda mannagongdin hevur verið síðan [[1901]] at tryggja, at stjórnin altíð hevur meiriluta á tingi, tá ið landsins lógir verða viðtiknar. Ráðharrarnir, landspartarnir og tær 275 kommunurnar umsita lógirnar.
 
Danmark hevur í 2011 tað størsta skattatrýstið í [[Evropa]]. Tann seinasta uppgerðin, sum hagstovan hjá ES, Eurostat, hevur gjørt, er fyri 2011, og eftir henni var skattatrýstið í Danmark 47,7 prosent tað árið <ref>http://e24.no/makro-og-politikk/danmark-troner-paa-skattetoppen/20363494</ref>. Á teimum næstu plássunum eru [[Svøríki]], [[Belgia]], [[Frakland]], [[Finnland]], [[Italia]] og [[Eysturríki]]. Í hesum londunum er skattatrýstið millum 42 og 44 prosent. Í meðal var skattatrýstið í Evropa 38,8 prosent. Danska meirvirðisgjaldið, sum er 25 prosent, er eisini tað hægsta í Evropa.
 
=== Javnrættindi ===