Munurin millum rættingarnar hjá "Brunei"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 170 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q921 (translate me)
No edit summary
Linja 1:
'''Brunei''' er eitt lýðveldi í [[Asia]].
 
'''Brunei''' ([[Maleisiskt mál|maleisiskt]] ''Negara Brunei Darussalam'') liggur í landsynningshorninum av [[Ásia]]. Brunei hevur bara mark við [[Maleisia]]. Inni í landspartinum Sarawak á [[Borneo]] í [[Maleisia]] er lítla landið Brunei. Inni í landinum er [[regnskógur]]; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá [[Sjórænarar|sjórænarum]]; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.
{{stubbi}}
 
Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu [[Moskur|mosku]] í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.
 
{{Asia}}