Munurin millum rættingarnar hjá "Eysturevropa"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Kort. '''Eysturevropa''' er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her er fólkatættleikin væl oman f..."
 
s smærri rættingar + kort, men hvat merkir "frá heiðum himli"
Linja 1:
[[Mynd:Eastern-Europe-small.png|thumb|right|250px|Kort.]]
[[Mynd:Europe subregion map UN geoschme.svg|250px|thumbnail|Kort yvir Evropa, soleiðis sum Sameindar Tjóðir býta økið sumdur í suður, norður, vestur og eystur. Tað reyða økið er Eysturevropa]]
'''Eysturevropa''' er ikki so fjølbygt sum [[Vesturevropa]], men eisini her er [[fólkatættleiki]]n væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Í Eysturevropa eru ríkini [[Bulgaria]], [[Pólland]], [[Rumenia]], [[Moldova]], [[Ukreina]], [[Kekkia]], [[Slovakia]], [[Ungarn]], [[Hvítarussland]] og ein partur av [[Russland]]i, sum tó er eitt nógv størri ríki og røkkur langt inn í [[Ásia]]. 

Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey: [[Vesturevropa]] við nógvum ógvuliga ríkum londum, til dømis [[Frakland]]i, [[Stóra Bretland]]i og [[FraklandTýskland]]i. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var [[Kommunisma|kommunistiskt]] til fyrst í [[1990-árini|1990-árunum]], eru londini nógv fátækari, til dømis [[Rumenia]], [[Bulgaria]] og [[Ukreina]]. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Í 1989 syndraðust kommunistisku skipanirnar í Eysturevropa, og í 1991 gjørdi miseydnað kvettroynd, at kommunisman í [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] fekk mønustingin.
 
== Veðurlagið ==
 


Í Eysturevropa er væl størri munur á veðurlagnum á vetri og sumri enn í [[Vesturevropa]]. Í Eysturevropa eru vetrarnir bítandi kaldir við kavaroksstormum og ísi á hvørjari á. Einaferð miðskeiðis í [[mars]] er veturin brádliga av, og áðrenn vika er farin, er várið komið við lýggjum [[Veður|veðri]]. Summarið kemur í mai og varar út í oktober. Um summarið skínur sólin næstan altíð frá heiðum himli, tí er har sera lýtt og turt alt summarið. Í slíkum veðurlagi eru vakstrarvánirnar góðar, og grøðin verður væl dyggari her enn í Vesturevropa, sum hevur havveðurlag. TeirTey fáa nógv av góðarigóðum maisi, hveiti, rugi og øðrum nyttuvøkstri úr jørðini. Tá ið veturnáttadagur í [[oktober]] er farin afturum, er summarið brádliga av, og um eina góðu viku er heystið komið við væl kaldari veðri.
 
[[Bólkur:Evropa]]