Munurin millum rættingarnar hjá "Súsanna Tórgarð"

Content deleted Content added
s rætting
sNo edit summary
Linja 1:
'''Súsanna Tórgarð''' (fødd [[12. mars]] [[1959]]) er ein føroysk sjónleikarinna, leikstjóri, leikrithøvundur, týðari og lærari. Hon hevur lisið til lærara og varð liðug við útbúgvingina í 1986. Síðan hevur hon nomið sær útbúgving innan sjónleik, í 1990 varð hon liðug við 2-ára sjónleikaraútbúgvin á Tidens Teater í Århus. Hon hevur spælt nógvar sjónleikir á palli í Føroyum, og harumframt hevur hon eisini ritstjórnað fleiri leikir, skrivað leikir og umsett leikir til føroyskt. Hon hevur eisini lagt føroyska rødd til barnafilmar, sum hava verið vístir í Kringvarpi Føroya. Hon hevur eisini undirvíst á ymiskum skeiðum í drama, rødd og teksti og skriva tekstir og yrkt sangir til fleiri Kabarettir. Súsanna er dóttir [[Axel Tórgarð]], abbadóttir [[H.C.W. Tórgarð]] og systir [[Ria Tórgarð|Riu]] og [[Hans Tórgarð]], sum eisini eru sjónleikarar.
 
== Leikir ==