Munurin millum rættingarnar hjá "Silkeborg IF"

Content deleted Content added
Nýggj síða
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 21. apr 2013 kl. 01:40

Silkeborg IF er eitt danskt fótbóltsfelag við heimavølli í Silkeborg, sum er ein býur í Jútlandi. Silkeborg spælir í bestu donsku fótbóltsdeildini, sum verður nevnd Superliga. Felagið varð stovnað í 1917, men tað var ikki fyrr enn í 1987, at felagið megnaði at flyta upp til bestu deildina, sum tá var nevnd 1. division. Síðan tá hevur felagið bara í stutt tíðarskeið spælt í næstbestu deildini, í 2003–04 og 2007-09. Silkeborg IF hevur klárað seg best í 1990-árunum, teir blvu nummar eitt í Superliguni í 1993-94, gjørdist nummar tvey í 1997-98 umframt at teir vunnu donsku steypakappingina (DBU Pokalen) í 2001. Felagið hevur fleiri ferðir kvalifiserað seg til at spæla í Evropa, men hava tapt ímóti stórum liðum sum Spartak Moscow (í 1996), AS Roma (í 1998) og Real Zaragoza (í 2001). Litirnir hjá Silkeborg IF eru reyðir og hvítir. Teir spæla heimadystirnir í Silkeborg Stadion, sum rúmar 10.000 áskoðarum, harav 5,500 kunnu sita.

Føroyingar við Silkeborg IF

Í 2013 spæla tveir føroyskir landsliðsleikarar við superligaliðnum hjá Silkeborg IF. Christian Lamhauge Holst hevur spælt har í fleiri ár, meðan málmaðurin Gunnar Nielsen kom til felagið í apríl 2013, tá bert nøkur fá umfør vóru eftir av kappingini, og liðið var í vanda fyri niðurflyting.

Keldur


Slóðir úteftir