Munurin millum rættingarnar hjá "Falklandsoyggjar"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q9648 (translate me)
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Falklandsoyggjar''' ([[Enskt mál|enskt]]: '''Falkland Islands'''; [[Spanskt mál|spanskt]]: '''Islas Malvinas''') er ein oyggjabólkur sum mestan er sæddur sum hoyrandi til [[Stóra Bretland|Bretlandi]]; hóast hann er umstríddur. [[ArgentinArgentina]]arr kanna sær økið og nevna oyggjarnar har ''Islas Malvinas''. Oyggjarnar vóru fýrst [[Spania|spanskar]] og siðan argentinskar frá [[1767]] til [[1833]], tá ið [[Stóra Bretland|bretar]] tóku tær og góvu teimum navnið Falklandsoyggjar. Síðan tá hava [[Stóra Bretland|Bretland]] og [[Argentina]] trætst um, hvør eigur oyggjarnar. Í [[1982]] hertók [[Argentina]] oyggjarnar, men nakrar [[Vika|vikur]] seinni róku [[Stóra Bretland|bretar]] teir aftur. Ósemjan er harðnað, síðani bretska stjórnin loyvdi oljuleiting við oyggjarnar fyri nøkrum árum síðani. Størsi býurin og høvuðsstaður er [[Stanley]]. [[Argentina]]r vilja tingast um sjálvstýri fyri Falklandsoyggjar, meðan [[Stóra Bretland|bretar]] tilskila sær yvirvaldsrættin har.
 
Millum 3000 og 4000 fólk búgva í Falklandsoyggjunum. Harafturat eru umleið 1000 bretskir hermenn har.
 
== Politikkur ==
 
=== Fólkaatkvøða 2013 ===
 
Úrslitið av fólka­atkvøð­uni í 2013 á Falk­lands­oyggjunum er greitt: Næstan 100 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, siga ja til, at oyggjalandið fram­hald­andi skal vera part­ur av [[Stóra Bretland]]i <ref>http://news.yahoo.com/falklands-vote-shows-99-8-pct-want-stay-034859843.html</ref> <ref>http://www.euronews.com/2013/03/12/falkland-islanders-vote-99-percent-to-remain-british-in-referendum/</ref>. 99,8 prosent av falk­lend­ingum hava atkvøtt ja til Stóra Bretland. Meirlutin er so stórur, at hann næstan er skemtiligur, men hetta gjørdist úrslitið av fólkaatkvøðuni á Falk­landsoyggjunum, og tað kemur ikki óvart á: Falk­lendingar vilja vera partur av [[Stóra Bretland]]i, soleiðis sum allar kanningar fram­m­anundan fólkaatkvøðuni eisini vístu púra greitt. 1517 fólk greiddu at­kvøðu, og hetta er ein val­luttøka uppá 92 prosent. Og bara tríggir av teimum 1517 veljarunum søgdu nei til Stóra Bretland. Falklendingar minn­ast enn serstakliga væl, tá [[Argentina]] gjørdi inn­rás í 1982 og tað óhugna­liga kríggið, sum valdaði í tríggjar vikur, til Stóra Bretland hevði bart argentinarar aftur. Fólkaatkvøðan varð hild­in, tí Argentina heldur fram at trýsta á fyri at fáa bretar at sessast við samráðingarborðið. Argentina vil hava oyggja­landið undir sítt ræði, men [[London]] hevur víst hesum frá sær.
 
== Myndir ==