Munurin millum rættingarnar hjá "Kambodja"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Kort. '''Kongsríki Kambodja''' er eitt land í Landsynningsásia. Kambodja var franskt hjáveldi f..."
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Location_Cambodia_ASEAN.svg|thumb|right|250px|Kort.]]
'''Kongsríki Kambodja''' ([[Khmerskt mál|khmerskt]] ព្រះរាជាណាចក្រកម្ពុជា) er eitt land í [[Landsynningsásia]]. Kambodja var franskt [[Hjáland|hjáveldi]] fram til 1953, tá ið tað gjørdist sjálvstøðugt. Frá 1975 til 1979 beindu [[Pol Pot]] og Reyðu Khmerarnir fyri umleið 2 milliónum av sínum egna fólki, umleið fjórðinginum av fólkinum. [[Vjetnam|Vietnamesar]] róku Reyðu Khmerarnar frá í 1979. Landið fekk kongsdømi og [[fólkaræði]] í 1993. Fólkið merkir framvegis sviðan av ræðuleikunum frá Pol Pot tíðini. Mestsum øll sum livdu tá, mistu fleiri familjulimir og landið var í skeljasori eftir kríggið.
 
Í Kambodja búgva nú umleið 15 milliónir, harav umleið 96 % eru [[Buddisma|buddistar]], 2 % [[muslimar]] og 1 % [[kristin]]. Kambodja er millum fátækastu lond í heiminum. Korruptión er ein stórur trupulleiki í landinum. Serliga tey veiku og fátæku líða undir hesum. Stórur tørvur er á útbúgving og heilsuhjálp. Uml. 23 % av fólkinum eru analfabetar. Nógvar familjur hava tað trupult vegna alkoholismu og harðskap. Hetta gongur serliga hart út yvir kvinnurnar og børnini.
 
== Søga ==
 
Í 600 ár var stóri tempulstaðurin [[Ankor Vat]] fjaldur í regnskóginum norðan fyri Tonle Sapvatn í Norðurkambodja. Khmerkongurin Suryavarman 2. læt hann byggja í 12. øld at æra hindugudin [[Vishnu]]. Ankor Wat er stórur meginbygningur, umgyrdur av smærri templum, borgum og ómetaliga stórum virkisgryvjum og vatngoymslum. Ankor Vat var leingi miðdepil í Kkmerríkinum, eitt av sterkastu kongsríkjum í [[Landsynningsásia]], men tá ið tað fall, rýmdi fólkið haðan, og sum tíðin leið, huldi regnskógurin staðin. Hann var ikki funnin aftur fyrr enn í 1860- árunum. Í templinum í Ankor Vat dansaðu hovdansarar [[Átrúnaður|átrúnaðarligan]] dans, ið bygdi á sagnir úr indiskum søgum um Ramayana og Mahabharata. Hesin forni dansur er vakur við ógvuliga føstum stigum og dansilagi. Tað varir mong ár at læra at dansa henda dansin. Dansararnir eru í baldýraðum búna, sum er so trongur, at hann má verða seymaður upp á dansararnar til hvørja sýning.
 
Fá lond hava verið so hart roynd sum Kambodja. Í 1970 varð tað drigið upp í kríggið í grannalandinum [[Vjetnam]]. Frá 1975 til 1979 ráddu Reyðu Khemerarnir við [[Pol Pot]] á odda; hetta var kollveltingarherur, sum drap fleiri enn eina millión kambodjanar. Í 1979 gjørdi Vjetnam innrás í Kambodja at reka Pol Pot frá, og [[borgarakríggj]] brast á í landinum. Tað vardi til 1991. Drúgvu kríggini í Kambodja hava verið ræðulig og hava komið landinum í eina syndarliga støðu. Vega- og jarnbreytarkervið er oyðilagt, og [[ídnaður]] er næstan eingin. Um 3 mió. minur liggja enn niðurgrivnar um alt landið. Hóast roynt verður at rudda tær burtur, varnast mong ikki minurnar, fyrr enn onkur traðkar á tær. Eini 20.000 fólk eru vorðin lamløstað av minum.
 
{{Commons|Cambodia}}