Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti"

Content deleted Content added
Linja 3:
== HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappingini ==
[[Mynd:Heidi Sevdal 2012.jpg|200px|thumbnail|[[Heidi Sevdal]] gjørdi 4 av 6 málum í HM undankappingini í Litava í apríl 2013.]]
Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein ''"premliminary round"'', kappingin fór fram í [[Litava]]. Føroyar var í bólki B saman við [[Georgia (land)|Georgia]], [[Litava]] og [[Montenegro]]. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt landslið hevur spælt seg víðari í einari undankapping. Úrslitini í undankappingini vóru hesi: Føroyar - Montenegro 3-3, [[Heidi Sevdal]] gjørdi tvey mál og [[Íðunn Magnussen]] gjørdi eitt, dysturin varð leiktur [[4. apríl]]. Hin [[6. apríl]] spældi Føroyar móti Litava, Føroyar vann dystin 1-0, málið hjá Føroyum gjørdi [[Rannvá B. Andreassen]]. Hin [[9. apríl]] spældi Føroyar móti Georgia. Føroyar vann dystin 2-1. Málini hjá Føroyum gjørdi Heidi Sevdal.
[[Jón Pauli Olsen]] var venjari til hesa kapping,<ref>[http://www.uefa.com/womensworldcup/season=2015/teams/team=551218/index.html UEFA.com]</ref> hjálparvenjari var [[Ingun Hansen]].