Munurin millum rættingarnar hjá "Madrid"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 184 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q2807 (translate me)
ítróttur
Linja 21:
|}
 
'''Madrid''' er [[høvuðsstaður]] [[Spania|Spaniu]], og hevur umleið 3,2 mió. íbúgvar ([[2005]]). Madrid er størsti býur í Spania, um upplandið verður talt við, kemur fólkatalið upp á 6 milliónir og gerst býurin harvið triðstørsti býur í ES, næst eftir London og Paris. Madrid gjørdist [[høvuðsstaður]] í [[Spania]], tí [[Filip 2.|Filipi kongi 2.]] dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 3,2 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Madrid er miðskeiðis í landinum á [[Kastilla]]-háslætta í 640 metra hædd. Í býnum eru stjórnarhúsini og kongsborgin, [[Escorial]]. Hann er nú mikil ídnaðar- og handilsbýur. Gamli og vakri miðbýurin verður nevndur ''Plaza del Sol''.
 
Madrid, [[høvuðsstaður]]in í [[Spania|Spaniu]], stendur uppi á háslættanum sunnan fyri fjøllini. Í honum býr 3,2 milliónir fólk. Býurin stendur á sera turrum lendi 600 m oman fyri sjóvarmálan. Tað hevur verið stríggið at fáa býnum vatn; men nú hava teir lagt vatnveitingar oman úr fjøllunum og soleiðis fingið vatn til nýtslu í húsarhaldinum og eisini til gosvøtnini og teir nógvu grasagarðarnar, sum eru í býnum. Sum allir suðurlendskir býur er Madrid oyðin við fólk, tá ið heitast er mitt um dagin, tí tá er alt fólkið innandura og hvílir. Men svalligari er á morgni og kvøldi. Hvørt kvøld yður av fólki á geilunum; summi spáka, summi sita og práta á gongubreytum og geilarhornum, meðan onnur spæla onkran streingjaleik.
 
Í Madrid er ein stórur leikvøllur ella arena, sum [[Spania|spaniumenn]] siga, ið tekur 14.000 fólk og eitur ''Plaza de Toros'' ([[Føroyskt (mál)|føroyskt]]: [[Tarvagarðurin]]). Í [[Tarvagarðurin|Tarvagarðinum]] eru teir stóru tarva-bardagarnir, sum [[Spania|spaniumonnum]] dámar so væl at síggja.
 
Úr Madrid ganga jarnbreytir út um alt landið.
 
== Ítróttur ==
Madrid er heimbýur hjá [[Real Madrid]], sum er ein av kendastu fótbóltsfeløgum í heiminum og sambært [[FIFA]] er felagið eisini heimsins mest vinnandi í [[20. øld]]. Real Madrid spælir á [[Estadio Santiago Bernabéu]]. [[Atlético de Madrid]] hevur eisini sín heimstað í Madrid. Býurin var vertsbýur fyri finaluna í [[HM í fótbólti 1982]].
 
Í býnum eru eisini tvey kurvbóltslið [[Asociación de Clubs de Baloncesto]] (ACB league) og [[Circuito Permanente del Jarama]]), ein [[motorsport]]vøllur, sum fyrr hevur veriðvertur fyri tað [[Spanska formel 1 Grand Prix]]'ið.
 
Súkklukappingin [[Spania Runt]] endar í Madrid á sama hátt sum [[Tour de France]] endar í [[París]].
 
Tað er møguligt at íðka skí ítrótt í [[Sierra de Guadarrama]] fjøllunum, sum eru tætt við býin, har liggja skístøðini [[Valdesquí]] og [[Navacerrada]].
 
== Hygg eisini at ==