Munurin millum rættingarnar hjá "Ebenezer"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q10478977 (translate me)
Kór
Linja 1:
'''Ebenezer''' er navnið á samkomuhúsi hjá [[Brøðrasamkoman|Brøðrasamkomuni]] í [[Niels Finsens gøta|Niels Finsens gøtu]] í [[Tórshavn|Havn]]. Navnið Ebenezer er [[Hebraiskt mál|hebraiskt]] og er tikið úr [[Sámuelsbók]] (1. Sám. 4:1 og 7:12) í [[Bíblian|Bíbliuni]]. Fyrsti salurin, Ebenezer, varð bygdur beint eftir [[1900]] og varð tikin í nýtslu [[17. juli]] [[1905]]. Hann varð í [[1963]] tikin niður og fluttur inn í [[Saltangará]], har hann fekk navnið ''Berøa''. Núverandi samkomubygningurin er tikin í brúk [[6. september]] [[1963]] og fekk umfatandi ábøtur og umbygging í [[2006]].
Áðrenn salurin Ebenezer varð bygdur í [[1905]] savnaðist samkoman í [[Sloans salur|Sloans sali]] við [[Tinghúsvegur|Tinghúsvegin]]; tann salurin varð bygdur í [[1879]].
 
== Kór ==
Nógv verður sungið í Ebenezer og fleiri kór eru. Í 2013 eru trý kór:<ref>[http://www.ebenezer.fo/Default.aspx?pageid=8378 Ebenezer.fo]</ref>
*[[Dupultkvartettin í Ebenezer]]
*[[Ebenezer kórið]]
*Gentukórið Kassia
 
== Brúðarvígsla ==