Munurin millum rættingarnar hjá "Løgting"

Content deleted Content added
Linja 17:
Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður [[løgtingsval]], tá ið valið er av, koma 32 fólk at sita á tingi tey næstu fýra árini. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.
 
[[Løgtingið]] er gjørt av nevndum og [[formansskapi]], og í Føroyum eru 7 fastar [[nevndir]]: [[Fíggjarnevndin]], uttanlandsnevndin[[Uttanlandsnevndin]], landsstýrismálanevndin[[Landsstýrismálanevndin]], vinnunevndin[[Vinnunevndin]], trivnaðarnevndin[[Trivnaðarnevndin]], mentanarnevndin[[Mentanarnevndin]] og rættarnevndin[[Rættarnevndin]]. Hesi nevndini skulu veita og geva [[Landsstýrið]] og [[Løgtingið]] tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri [[nevndir]], sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til [[tingsetan]] endar.
Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, [[landsstýrismenn]] ella [[løgtingslimur]] kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum:
 
1. # Viðgerð: Har verður tosað um málið, og málið verður sent í ein hóskandi [[nevnd]] til viðgerð.
2. # Viðgerð: Um broytingaruppskot eru, verða tey viðgjørt í tinginum. 2. Viðgerð endar við atkvøðugreiðslu.
3. # Viðgerð: Hetta er tann endaliga viðgerðin. Eitt politiskt orðaskifti verður, og lógaruppskotið verður møguliga samtykt um meirilutin eru fyri.
Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir [[Landsstýrið]] fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. LøgmaðurinLøgmaður tilnevnir [[landsstýrismenninar]], og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.
Hóast [[Løgtingið]] hevur valdið, syrgja [[fakfeløg]] fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, [[eftirløn]] o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu [[fakfeløg]] ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at [[fakfeløg]] eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.