Munurin millum rættingarnar hjá "Fólkatingið"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Coat of arms of the Folketing of Denmark.svg|200px|thumbnail]]
'''Fólkatingið''' er tað lóggevandi tingið í [[Danmark]]. Frá 1849 til 1953 var Fólkatingið eitt av tveimum kømrum í Ríkisdegnum; hitt kamarið var Landstingið. Síðan 1953 hevur Fólkatingið havt eina eitt-kamars skipan. Fólkatingið heldur til á [[Christiansborg]] í [[Keypmannahavn]] og hevur 179 fólkatingslimir, harav tveir limir eru úr [[Føroyar|Føroyum]] og tveir eru úr [[Grønland]]i. Fólkatingslimirnir verða valdir í 19 valdømum í Danmark. Føroyar og Grønland velja sínar limir við egnum valum. Valdu fólkatingslimirnir eru valdir fyri eitt fýra-ára tíðarskeið. Arbeiði í Fólkatinginum verður leitt av einum presidium, sum umframt fólkatingsformannin, ið verður valdur av Fólkatinginum við byrjanini av skeiðnum, hevur upp til fýra varaformenn. Eftir eitt fólkatingsval skal ein ella fleiri flokkar skipa samgongu og síðan vera nevndir valdar. Allir fólkatingslimir kunnu koma við lógaruppskotum, sum síðan verða viðgjørt lutvíst í fólkatingssalinum við fyrstu, aðru og triðju viðgerð, og lutvíst í nevndunum.
 
== Keldur ==