Munurin millum rættingarnar hjá "Mýta"

Content deleted Content added
MastiBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: en:Mythology
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur strikar: en:Mythology; kosmetiske ændringer
Linja 6:
[[Freud]] hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um [[Ødipus]], og lærusveinur hansara [[C.C. Jung]] kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og raktu tær til "felags dulvitið" hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (arketýpur, sálarfrøðilig bókmentagransking). [[Frakland|Franski]] mannfrøðingurin og strukturalisturin [[Lévi-Strauss]] hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur ac mótsetningum (t.d. "lív og deyði"), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at ”mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í strukturalismuni.
 
Heitið m. verður ofta í fluttari merking um hugmyndir í samtíðini, sum ikki eru gudasagnir, men eru góðkendar, óskilvísar frágreiðingar ella rætttvísgeringar av ráðandi samfelagsligum atburði. Slíkar m. eru skaptar av politikarum ella lýsarum. Ein hin kendasti granskarin av m. í mentanini í okkara tíð var [[Roland Barthes]]. Hann vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur: fyribrigdi í mentan og list fáa mýtiska merking, og tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín, t.d., er í [[Frakland]]i ikki bara ein drykkur sum allir aðrir, men ein "totemdrykkur", ella rituellur drykkur, t.e. drykkur bundin at halgisiðum, á sama hátt sum mjólkin frá teirri [[Niðurlond|hollendsku]] kúnni í [[Niðurlond|Hollandi]], ella teið, sum [[Stóra Bretland|bretska]] kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er støði undir einum felags siðalag. Fyri fransmenn, sigur [[Barthes]], er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í. Og at drekka [[vín]] er eitt ritual, ein halgisiður, fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast vera almenn náttúrufyribrigdi.
 
== Keldur ==
Linja 26:
[[de:Mythos]]
[[el:Μύθος]]
[[en:Mythology]]
[[eo:Mito]]
[[es:Mito]]