Munurin millum rættingarnar hjá "Livar Nysted"

Content deleted Content added
dagføring
Linja 1:
[[Mynd:Livar Nysted 2012.jpg|thumb|Livar Nysted í 2012]]
'''Livar Nysted''' (føddur 1970) úr [[Hvannasund]]i er [[Føroyar|føroyskur]] havrógvari, sum gjørdist kendur í [[Føroyar|Føroyum]] og kring heimin, tá hann saman við [[Leven Brown]], skipara, [[Don Lennox]] og [[Ray Carroll]] setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um [[Norður Atlantshavið]] vit bátinum [[Artemis Investments]] úr [[New York]] í [[USA]] til St. Mary í [[Scilly Oyggjarnar|Scilly Oyggjunum]], tað gjørdu teir á sumri 2010.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/nu_fer_livar_avstad_aftur Aktuelt.fo, Nú fer Livar avstað aftur]</ref> Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um [[Indiahav|Indiska havið]], teir skuldu rógva úr [[Perth]] í [[Avstralia]] til [[Afrika]] við bátinum ''Sara G''.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/08/19/Livar%20Nysted%20fyrireikar%20t%C3%BAr%20yvir%20Indiskahavi%C3%B0 Kringvarp.fo, Livar Nysted fyrireikar túr yvir Indiskahavið]</ref> Teinurin ið rógvast skal er 7000 km.<ref>[http://www.youtube.com/watch?v=R6Qh1rCvIZo Filmur á YouTube, My life as a rower 2, eftir Livar Nysted]</ref> Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum. Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suður Atlantarhavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir byrjaløgdu ífrá landi hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán, Grand Kanaria, og sohildu skulu teir rógvaleiðina allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð verðurvar tað Leven Brown, sum verðurvarð skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir skuluróu rógvavið. Báturin eitur Avalon.<ref>[http://trip.fo/news-skiparin+er+a+puerto+de+mogan.htm Trip.fo] Skiparin er á Puerto de Mogan</ref> Livar og teir høvdu ymiskir óvantaðir trupulleikar á ferðini, nakrir skaðar hendur við bátinum, eitt nú brotnaði kjølurin tvær ferðir, teir høvdu ein eyka við og aðru ferðina fingu teir umvælt skaðan. Ein annar trupulleiki var, at teir høvdu mótvind allan vegin og at streymurin eisini var ímóti. Teir megnaðu tí ikki at seta heimsmet, men teir vóru álíkavæl sera nøgdir við túrin, tí teir kláraðu at gjøgnumføra túrin hóast trupulleikar av ymiskum slag.
 
Umframt at vera havrógvari er Livar eisini sjómaður, fór til sjós longu 15 ára gamal. Hann hevur tikist við annan ítrótt enn rógving, hann hevur spælt flogbólt og íðka judo. Harumframt fæst Livar eisini við listamáling. Havið er mest nýtta myndaevnið, tá Livar málar.<ref>[http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=2889&M=NewsV2&PID=1613 Nordlysid.fo, Vit eru stolt av at eiga teg Livar], Røðan sum Veronika Petersen, borgarstjóri helt fyri Livar Nysted á móttøku í Hvannasundi tann 5. august 2010</ref> Livar er giftur við Svannu og eiga tey 4 børn, tey eru: Jóna, Joan, Tóra og Ronja.<ref>[http://trip.fo/um+livar+nysted.html Trip.fo] Um Livar</ref>
 
== Lívsleiðin innan rógving ==
 
=== Tvørtur um Suðuratlantshavið í 2013 við Avalon ===
Í januar og februar 2013 róði Livar saman við 7 øðrum tvørtur um Suðuratlantshavið við bátinum, Avalon, sum skiparin, Leven Brown hevði smíðað. Endamálið við túrinum var fyrst og fremst at gjøgnumføra túrin, og hartil var so ein vón um at seta nýtt heimsmet eisini. Túrurin byrjaði hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán í [[Grand Kanaria]] og endaði hin 22. februar 2013 kl. 7:51 á [[Barbados]]. Kona Livar og systir hansara vóru har og tóku ímóti teimum. Teir høvdu havt mótvind og mótstreym allan vegin, og tekniskir trupulleikar við bátinum eisini, t.d. var kjølurin brotnaður tvær ferðir, men hóast alt hetta, so kláraðu teir at gjøgnumføra túrin uppá 32 dagar, 12 tímar og 41 minuttir. Teinurin ið teir róðu var umleið 5000 km.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/livar_komin_a_ml Aktuelt.fo] Livar komin á mál</ref> Tá Livar kom aftur til Føroya hin 1. mars 2013, skipaði Hvannasunds kommuna fyri móttøku í Skúlanum á Fossanesi.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/livar_skal_heidrast_i_kvold Aktuelt.fo] Livar skal heiðrast í kvøld</ref>
 
=== Setti tvey heimsmet í 2010 ===