Munurin millum rættingarnar hjá "Mykines"

5 bytes løgd afturat ,  8 ár síðan
s
(→‎Søga: . Flogfar rennur á Knúk)
Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í [[1930]] búðu umleið 200 fólk í Mykinesi, í [[1979]] vóru 35 fastbúgvandi og í [[1999]] búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki. Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber [[kirkja]], skúli, dansistova og svimjihylur boð um.
 
Í september [[1970]] rendi eitt flogfar hjá [[Icelandair]] við 34 fólkum íumborð á fjallið [[Knúkur|Knúk]]. Flogskiparin og 7 ferðafólk doyðu.<ref>[http://dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=8238&M=NewsV2&Action=1 Dimmalætting 22. februar 2013]</ref>.
 
== Vinnuvegir ==
697

rættingar