Munurin millum rættingarnar hjá "Mykines"

264 bytes løgd afturat ,  8 ár síðan
→‎Søga: . Flogfar rennur á Knúk
s (r2.7.3) (bottur leggur aftrat: el:Μυκήνες (Φερόες))
(→‎Søga: . Flogfar rennur á Knúk)
Plantufrøðingurin [[Jóhannes Jóhansen]] vísir í sínum kanningum á, at menn eru byrjaðir at dyrka havra í Mykinesi umleið ár 650 – "menn" vil í hesum føri óiva siga keltar, serliga munkar og eremittar. Tað norrøna landnámið kom umleið 2 øldir seinni og er sermerkt við at dyrka bygg. Innanfyri hesar báðar øldir hava keltar búðsett seg í [[Føroyar|Føroyum]], og hava millum annað lagt eftir seg staðarnøvn.
 
Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í [[1930]] búðu umleið 200 fólk í Mykinesi, í [[1979]] vóru 35 fastbúgvandi og í [[1999]] búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki. Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber [[kirkja]], skúli, dansistova og svimjihylur boð um.
 
Í september [[1970]] rendi eitt flogfar hjá [[Icelandair]] við 34 fólkum í á fjallið [[Knúkur|Knúk]]. Flogskiparin og 7 ferðafólk doyðu.<ref>[http://dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=8238&M=NewsV2&Action=1 Dimmalætting 22. februar 2013]</ref>
 
== Vinnuvegir ==
Dulnevndur brúkari