Munurin millum rættingarnar hjá "Kristoffur Kolumbus"

Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: min:Christopher Columbus
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Christopher_Columbus_.PNG|thumb|right|220px|Kristoffur Kolumbus.]]
'''Kristoffur Kolumbus''' (føddføddur [[31. oktober]] [[1451]] í [[Italia]] – deyðdeyður [[20. mai]] [[1506]] í [[Spania]]) var føddur í býnum [[Genua]] í [[Italia]] í [[1450]]. Faðir hansara var vevari, og sum drongur hjálpti Kolumbus pápa sínum, men hetta arbeiðið dámdi honum ikki. Honum dámdi best at ganga niðri í havnini og síggja øll seglskipini, ið har lógu. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Mest varð siglt millum [[Miðjarðarhavslondini|londini]] við [[Miðjarðarhav]]ið, men kanska hevur hann verið onkran túr í [[Norðurlond]]um og fram við [[Afrika]]strondini.
 
Okkurt bendi á, at hann vildi gerast viðgitin og ríkur. Hann var ikki nøgdur við at vera av fátækum fólki, tí lætst hann at vera av ríkum fólki, og hann segði seg hava fingið útbúgving. Í nøkur ár búði hann í [[Portugal]], har hann giftist eini ríkari gentu. Tá sá hann, hvussu tey ríku livdu, og hugurin at gerast viðgitin og ríkur vaks. Øll vistu, at stór ríkidømi vóru í [[Asia|Ásia]], og nógvir vísindamenn vóru ikki í iva um, at tað bar til at koma til Ásia, um tú sigldi vestureftir. Men eingin hevði roynt at sigla tann vegin. Kolumbus varð meira og meira sannførdur um, at tað læt seg gera. Hann var so spentur at prógva tað, at hann í næstan tíggju ár royndi at fáa ymisk lond at gjalda ferðina. Og at enda eydnaðist tað at fáa sponsku kongshjúnini at játta.