Munurin millum rættingarnar hjá "Georg eystan Á"

Content deleted Content added
No edit summary
mynd
Linja 1:
[[Mynd:Georg eystan Á.JPG|200px|thumbnail|Georg eystan Á í 2012.]]
'''Georg eystan Á''' úr [[Sumba]] er tónleikari, tónasmiður, sangskrivari og sangari. Hann hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívið, serliga í 1980'unum, tá hann gav út fleiri kassettubond og LP'ir. Hann gav út tvey kassettubond í 1986 og 1988 undir egnum navni, á tí seinna Intro er sangurin ''Sasa sa, sa'', sum var eitt hitt tá og aftur seinni, tá føroyski tónleikabólkurin [[The Dreams]] gav út sangin í nýggjari versjón. Georg gav út tvey kassettubond saman við Tommy, teir kallaðu seg Georg & Tommy. Nevnast kann t.d. sangurin Fjallarósan, sum var umsett úr norskum (Alperosen), sum varð givin út á bandinum Várlongsul. Tann sangurin var ofta at hoyra í Útvarpi Føroya eitt nú í Kvøðuljómum, sum vóru sendir hvønn sunnudag og hvønn mikudag fyri sjófólk. Sangurin ''"Brævið"'' var eisini nógv at hoyra. Á seinna kassettubandinum hjá Georg og Tommy var eitt nú sangurin ''Oh Maria'', sum eisini var nógv at hoyra í útvarpinum.