Munurin millum rættingarnar hjá "Arnbjørn Ó. Dalsgarð"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
'''Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð''' (f. [[28. august]] [[1971]], ættaður av [[Velbastaður|Velbastað]]) er rithøvundur, bókavørður og bókavørður;tónleikari, guitarleikari. Í 2012 varð hann settur í starv sum leiðari á [[Býarbókasavnið|Býarbókasavninum]].<ref>[http://aktuelt.fo/grein/arnbjorn_leidari_a_byarbokasavninum Aktuelt.fo, Arnbjørn leiðari á Býarbókasavninum]</ref> Áðrenn tað starvaðist hann á [[Føroya Landsbókasavn]]i. Hann gjørdist liðugur við útbúgving sum bókavørður í 1999. Hann er føddur í [[1971]], er uppvaksin á [[Velbastaður|Velbastað]] og býr í [[Tórshavn|Havn]]. Er ritstjóri á bókmentatíðarritinum [[Vencil]]i saman við [[Oddfríður Marni Rasmussen|Oddfríða M. Rasmussen]]. Árini [[2003]]-[[2007]] hevur hann verið formaður í [[Bókavarðafelagið|Bókavarðafelagnum]], og í [[mars]] [[2007]] bleiv hann valdur til formann í [[Rithøvundafelagið|Rithøvundafelagnum]] og legði frá sær í [[Bókavarðafelagið|Bókavarðafelagnum]], hann varð formaður í Rithøvundafelagnum til 2009. Meðan hann búði í Keypmannahavn í 1990-árunum var hann onkuntíð blaðstjóri á blaðnum [[Oyggjaskeggi]], sum er blaðið hjá føroyskum lesandi uttanlands, serliga í Danmark. Hann hevur fyrr spælt sum guitarleikari í fleiri føroyskum orkestrum, tað var í 1980-árunum. Hann spældi eitt nú saman við [[James Olsen]] og Óla Hans Andreasen.<ref>Kringvarpið hevði samrøðu við Arnbjørn 6. februar 2013.</ref> Arnbjørn er giftur við [[Rigmor Dam]], sum er løgtingskvinna (2011-), lærari og blaðkvinna. Tey eiga trý børn saman.
 
== Útgávur ==