Munurin millum rættingarnar hjá "Hallur Joensen"
EileenSanda (kjak | íkøst) nýggj síða |
(Ongin munur)
|
Endurskoðan frá 27. jan 2013 kl. 23:38
Hallur Joensen (føddur 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari. Hann er kendur uttanlanda og hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hann hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum. Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival.[1] Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin Um tú hevur tað sum eg[2]. Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar. Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charlie Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charlie Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum.[3] Teir sungu eisini Gyltu ljósakrúnurnar saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum.
Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.
Hallur varð tilnevndur tað føroysku Planet Awards 2010, sum ársins mannligi sangari.
Tónleikaútgávur
- 2008 - Pickin’ Time In Nashville - Mest selda fløgan í Føroyum í 2008. Fløgan varð upptikin í Nashville.[4]
- 2009 - Smile
- 2011 - Enn stendur hurð mín opin. 13 sangir. Fleiri av sangunum hava føroysk upprunaløg, sum Jákup Zachariassen hevur gjørt.
Keldur
- ↑ Youtube.com Hallur framførir á Silkeborg Country Festival 2011
- ↑ Youtube.com - Um tú hevur tað sum eg - saman við Kristinu Bærendsen
- ↑ Kiss ein eingil hvønn morgun - saman við Charlie Pride í 2009
- ↑ Hallurjoensen.com