Munurin millum rættingarnar hjá "Guðrið Hansdóttir"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Gudrid Hansdottir.jpg|thumb|Guðrið Hansdóttir í [[mai]] [[2008]].]]
'''Guðrið Hansdóttir''' (fødd [[6. oktober]] [[1980]] í [[Tórshavn]] sum Guðrið Hansen) er ein [[Føroyar|føroysk]] songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Hon er uppvaksin á [[Argir|Argjum]] og hevur fingist við tónleik, síðan hon var blaðung. Hon er dóttir Louisu og Hans Carl Hansen. Pápi hennara er ein kendur guitarleikari í Føroyum, hann hevur eitt nú spælt við orkestrunum ''Straight Ahead'' og ''Streingjasúpan''. Tá honGuðrið var 14-ára gomul lærdi pápi hennara hennarahana at spæla guittar, og so fór hon í holt við at gera sínar egnu sangir.<ref>[http://www.tutl.com/index.php?id=51 Tutl.com]</ref> Guðrið hevur seinastu árini verið ein tann best umtókta [[Føroyar|føroyska]] songkvinnan. Hon flutti til [[Ísland]]s at búgva eftir útgávuni av ''Beyond the Grey'' í 2011.<ref>[https://www.facebook.com/gudridhansdottirmusic/info Facebook.com]</ref> Seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Hon hevur áður spælt á [[Summarfestivalurin|Summar Festivalinum]]. Hon hevur tvær ferðir vunnið heiðurslønir á [[Planet Awards]]. Fyrst varð hon kosin Ársins songkvinna í [[2007]] og síðan varð fløga hennara The Sky is Opening kosin Ársins útgáva á [[Planet Awards]] 2009.
 
Guðrið er kend fyri at hava sínar framførslur í vøkrum kjólum, og sangirnir hjá henni eru frálíkir. Síðani sangirnir komu út á fløgu, hava teir fingið ta viðurkenning, sum teir hava uppiborið.