Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá Niceley (kjak) til seinastu versjón hjá Mulder1982
No edit summary
Linja 25:
== Flokkan ==
[[Mynd:IndoEuropeanTree.svg|thumb|right|250px|[[Indo-evropeisk mál]], flokking.]]
Føroyskt er eitt [[Indo-evropeisk mál|indo-evropeiskt mál]]. Føroyskt er eisini eitt [[norrønt]] mál. Tað hoyrir til [[Vesturnorrønt|Vesturnorrønu]] [[Málætt|málættina]] (saman við [[Íslendskt mál|íslendskum]], [[Norskt mál|norskum]] og hinum nú útdeyða [[norn]]) <ref>http://www.norden.org/no/fakta-om-norden/spraak</ref>. Vesturnorrønt, ofta eisini bara nevnt [[norrønt]], er málið, ið talað varð í [[Noreg]]i um tað mundið, norðmenn bygdu [[Føroyar]], og nakrar øldir fram, t.e. úr [[9. øld]] og upp til 1400. Úr hesum máli spruttu komandi øldirnar fleiri mál - føroyskt í Føroyum, [[norn]] í [[Hetland]]i og [[Orknoyggjar|Orknoyggjum]], [[Norskt mál|norskt]] í [[Noreg]]i og [[Íslendskt mál|íslendskt]] í [[Ísland]]i. Norðbúgvar, ið talaðu mál av norskari rót, búðu eisini í [[Grønland]]i í nøkur hundrað ár, men málið doyði út við teimum móti endanum á [[miðøldin]]i. Stóra broytingartíðarskeiðið úr norrønum til føroyskt er millum 1400-1600. Hetta er sama tíðarskeiðið, sum árinið úr donskum fer at gera um seg.
 
:(øll mál)
Linja 36:
== Stavraðið ==
 
Føroyskt nýtir latínska [[stavrað]]ið við serligum [[Norrønt mál|norrønum]] serstavum. Føroyskt nýtir 29 [[bókstav]]ir umframt trý samansett tvíljóð <ref>http://www.framtak.com/info/faroese.html</ref>. [[Bókstav]]irnir og framburður teirra:
 
<table align="center" border="0"><td valign="top" width="48%">
Linja 200:
== Málskyldskapur ==
[[Mynd:Nordiska_språk.PNG|thumb|right|250px|Norðurlandamál.]]
Málið er nær skylt [[Íslendskt mál|íslendskum]] og [[Norskt mál|vesturnorskum]] <ref>http://snl.no/f%C3%A6r%C3%B8ysk</ref>. Siga vit, at tað eru seks milliardir menniskju í heiminum, og tað eru 80.000 føroyingar, so er skilligt, at vit eru ein ómetaliga lítil málsligur minniluti, t.e. 1/100 promilli av [[Jørðin|jarðarinnar]] menniskjum tosa føroyskt. Men okkum nýttist ikki at smæðast, tí vit eiga eitt mál, ið riggar væl í flestu førum sum samskiftisamboð, og vit eiga tann fyrimunin, at vit við tí skúla, vit hava, eru før fyri at hava samskifti við [[Norðurlond|norðurlendsku]] grannar okkara. [[Norskt mál|Norskt]], [[Íslendskt mál|íslendskt]], [[Danskt mál|danskt]] og [[Svenskt mál|svenskt]] eru í ætt við okkara [[mál]], og tað merkir, at stórur líkskapur er millum málini, hvat orðavavi og mállæru viðvíkur.
 
Hygg til dømis at føroyska [[orð]]inum "bátur". Allir føroyingar skriva hetta orð á sama hátt, halda teir seg til galdandi rættskrivingarreglur, men hugsa vit um framburðin, er hann ikki hin sami um alt landið. Fara vit til grannalandið fyri vestan, [[Ísland]]s, so skriva teir orðið á sama hátt sum føroyingar. Orsøkin til, at hetta orð og mong, mong onnur við verða skrivað á sama hátt í Íslandi og í [[Føroyum]], er, at bæði málini eru runnin úr somu rót, [[Norrønt|norrønum]], og at bæði hesi [[skriftmál]] byggja á eina upprunafrøðiliga stevnu, t.e. at [[skriftmál]]ið er knýtt at fornu rót málsins. Á norrønum skriva vit "bátr". Fara vit við bátinum til onnur grannalond, sígga vit eisini skyldskap við málini har, "båt" skriva [[Noreg|norðmenn]] og [[Svøríki|sviar]], og [[Danmark|danir]] skriva "båd". Og vit finna eisini skyldskap, fara vit uppaftur longri, "boat" skriva [[Stóra Bretland|bretar]], [[Týskland|týskarar]] "Boot", [[Frakland|fransmenn]] "bateau". Hesin skyldskapur er veruleiki, av tí at øll hesi nevndu mál og mong onnur við eru runnin úr felags rót, sum vit nevna [[Indo-evropeisk mál|indoevropeiska málið]]. [[Grikskt mál|Grikskt]] og [[Russiskt mál|russiskt]] verða skrivað við einum øðrum [[stavrað]] enn tí, vit vanliga nýta, men hoyra vit summi orð á hesum málum sum til dømis "Augustos" (august) ella "Flaouto" (fleyta), hava vit varhugan av, hvat hesi [[orð]] merkja.
Linja 206:
== Málsøga ==
[[Mynd:Faroe_stamp_048_europe_(v_u_hammershaimb).jpg|thumb|left|150px|[[Venceslaus Ulricus Hammershaimb]].]]
Føroyskt, tjóðarmálið í [[Føroyar|Føroyum]], hevur sínar røtur í fornnorrøna málinum frá [[víkingatíð]]ini. Í nógv ár varð føroyska [[mál]]ið trúðað, men doyði ikki út. [[Mál]]ið varð varðveitt við skaldskapi av mannamunni. Skaldskapið sum gjøgnum nógv 100 ár varð sagdur frá ættarliði til ættarlið. Við [[Søga|søgum]], søgnum og ikki minst við [[Kvæði|kvæðunum]] sum hava havt ótrúliga stóran týdning fyri at [[mál]]ið ikki varð gloymt <ref>https://xn--sprkrdet-c0ac.no/nb-NO/Toppmeny/Publikasjoner/Spraaknytt/Arkivet/Spraaknytt_1996/Spraaknytt_1996_1/Faeroeysk_og_frisisk_maalreis/</ref>.
 
[[Hammershaimb]], ættaður úr [[Sandavágur|Sandavági]], gav út í [[1854]] fyrstu føroysku [[Mállæra|mállæruna]] og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Tá fór føroyskt at taka [[danskt mál]] av ræði. Undir lestrarárunum í [[Keypmannahavn]] gjørdi Hammershaimb eina ferð heim til [[Føroya]] at vitja. Hetta var í [[1841]]. Hann ferðast bygd úr bygd og savnar fólkaminni. Áhugaður sum [[Hammershaimb]] var fyri føroyskum máli, sá hann tíðliga, hvussu átrokandi tað var at geva út eina [[Mállæra|mállæru]], skuldi skriftmálsuppskot hansara vinna fram millum fólk. Eina dagbók skrivaði hann á hesi ferð, og tað vil so væl til, at [[Christian Matras]] í [[1941]] gav hana út: "Færøsk Dagbog 6.7-16.8 1841".
Linja 228:
== Teknseting ==
 
Grundirnar, at vit seta tekin í ein tekst, kunnu vera fleiri, men tann eyðsýndasta er tann, at tekin býta tekstin sundur í heildir, ið hanga saman á ein ella annan hátt. Vit hava soleiðis lættari við at lesa tað, ið skrivað er <ref>http://www.korrekturavdelingen.no/K4TegnsettingIntro.htm</ref>. Teknini, sum vit vanliga nýta, eru t.d. kolon, komma, punktum, semikolon, rópitekin, gásareygu, spurnartekin, osfr. Hesi tekin seta vit ymsastaðni í tekstin eftir føstum reglum, sum á ein ella annan hátt skulu ímynda tað [[Talumál|talaða málið]], sum er eyðkent til dømis við rútmu, støðgum og ferð. Tey ymisku teknini kunnu ávirka heildarmyndina av einum teksti á ymsan hátt. Eru til dømis nógv gásareygu í einum broti, varnast lesarin rættuliga skjótt, at tað snýr seg um talu, har ein, tveir ella fleiri persónar tosa, til dømis Gud segði "Verði ljós" og tað varð ljós. Festa vit okkum í staðin við, at nógv prikkar, rópitekn ella tankastrikur verða nýtt, kann tað vera, tí skrivarin er í øðini og vil gera vart við tað. Reglurnar fyri tey ymisku teknini eru ymiskar. Tekin, sum verða sett eftir føstum reglum, eru til dømis spurnartekin ella komma, her er eingin slingur í valsinum, hvar teknini skulu standa.
 
== Orðalagslæra ==
 
[[Grikskt mál|Grikska]] orðið "syntax" merkir upprunaliga samanseting. Í [[Mállæra|mállæruni]] verður tað nýtt um, hvussu orð verða sett saman, tá ið vit nýta málið. Hetta verður gjørt eftir heilt ávísum reglum, og setningsskipan er læran um hesar reglurnar <ref>http://www.denstoredanske.dk/Sprog,_religion_og_filosofi/Sprog/Morfologi_og_syntaks/syntaks</ref>. Tá ið vit seta saman orð, gera vit orðingar. [[Orð]]ið "orðingar" fevnir um alt, ið kemur fram, tá ið vit málbera okkum. Hesar orðingar kunnu hava sera ymiskt snið. Tær kunnu til dømis vera ymiskar til longdar. Summar eru bara eitt orð, aðrar eru settar saman av mongum orðum. Støðan, vit eru í, tá ið okkurt verður sagt, ávirkar nógv sniðið í orðingini. Tað hevur til dømis stóran týdning, hvønn vit venda okkum til. Ætlanin við tí, vit siga, kann eisini vera so ymisk. Tær longu orðingarnar leggja vanliga dentin á at siga frá, bera okkurt víðari ella lýsa okkurt. Orðingar, sum bara eru eitt orð ella nøkur fá orð, siga ofta frá kenslum og eru ofta boð til onkran.
 
== Formlæra ==
Linja 326:
|}
 
[[Talorð]] nýta vit t.d., tá ið vit telja, og tá ið vit greiða frá, hvussu nógv ið er til av onkrum, hvussu ávísur teinur er, hvussu nógv klokkan er, og hvussu nógv okkurt vigar. Vit skifta talorðini sundur í tríggjar partar: Tey talorð, sum vísa okkum, hvussu stór nøgdin er, verður nevnd grundtøl (kardinaltøl) <ref>http://oahpa.no/sma/gramm/tallordintro.nob.html</ref>. Hin bólkurin tilskilar, í hvørjum rað eitthvørt hendir, og tí verða tey nevnd raðtøl (ordinaltøl). Hesi bæði sløgini av tølum kunnu annaðhvørt skrivast við bókstavum ella við tølum, men fyri at skyna ímillum grundtøl og raðtøl er siður at seta eitt punktum eftir raðtølini, til dømis: "Í [[19. øld]]". Eitt triðja býti av tølunum eru skriftistølini (distributiv tøl) sum eru "einir", "tvinnir" og "trinnir", tey verða bend sum lýsingarorð.
 
Grundtølini eru: eitt (ein, ein, eitt), tvey (tveir, tvær, tvey), trý (tríggir, tríggjar, trý), fýra, fimm, seks, sjey, átta, níggju, tíggju, ellivu, tólv, trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, átjan, nítjan, tjúgu. Á nútíðar føroyskum er tað soleiðis, at tað bert eru tey trý fyrstu grundtølini, sum bendast í falli, tali og kyni undantikið eina fleirtalsleivd av fýra í orðafellinum (t.d. "tú eru altíð uppi á fjórum").
Linja 376:
 
== Orðatilfeingi ==
[[Mynd:Compact_disc.svg|thumb|right|220px|Tá ið hetta plátuslagið, sum eitur "Compact disc" á [[Enskt mál|enskum]], var nýkomið, sóknaðist tíðindamaður eftir føroyskum heiti á tí. Uppskot málstovnsins var ljómfløga, ella stuttformurin fløga í vanligari talu <ref>http://www.territori.info/index.php/term/,9da4ab975b545da0a0526c695a9faf68ac59a069a25f5aad60b1975753a2aa54.xhtml</ref>.]]
[[Orð]]atilfeingið í okkara máli er komið ymsastaðni frá og til ymsar tíðir. Stórur partur er arvaður frá okkara ættfedrum, tað eru ikki innflutt orð, men orð, sum hava verið nýtt her á landi so leingi, sum hetta [[mál]]ið hevur verið okkum kunnugt, og tað merkir í eini túsund ár. Hetta er eina mest galdandi fyri tey mest nýttu orðini í málinum, orð, sum eru hvørjum menniskja kunnug, og sum hvørt menniskja nýir, orð sum til dømis "móðir" og "faðir", "vatn" og "jørð", "sita" og "liggja", "lítil" og "stór", "niður" og "opp", "ja" og "nei". Hesi arvorð eru, ið hvussu er, felags fyri øll tey [[Germansk mál|germansku málini]], hóast týdningur og snið broytast eitt sindur frá máli til máls. Øll hesi ár, hesi mál hava verið í nýtslu, er orðatilfeingið vorðið ríkari og ríkari, eisini tí at tað hevur tikið orð úr øðrum málum. Hesi orð kalla vit ''tøkuorð''.
 
Linja 384:
 
== Sannroynd ==
 
== Kelduávísingar ==
<references/>
 
== Sí eisini ==