Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 228:
== Teknseting ==
 
Grundirnar, at vit seta tekin í ein tekst, kunnu vera fleiri, men tann eyðsýndasta er tann, at tekin býta tekstin sundur í heildir, ið hanga saman á ein ella annan hátt. Vit hava soleiðis lættari við at lesa tað, ið skrivað er <ref>http://www.korrekturavdelingen.no/K4TegnsettingIntro.htm</ref>. Teknini, sum vit vanliga nýta, eru t.d. kolon, komma, punktum, semikolon, rópitekin, gásareygu, spurnartekin, osfr. Hesi tekin seta vit ymsastaðni í tekstin eftir føstum reglum, sum á ein ella annan hátt skulu ímynda tað [[Talumál|talaða málið]], sum er eyðkent til dømis við rútmu, støðgum og ferð. Tey ymisku teknini kunnu ávirka heildarmyndina av einum teksti á ymsan hátt. Eru til dømis nógv gásareygu í einum broti, varnast lesarin rættuliga skjótt, at tað snýr seg um talu, har ein, tveir ella fleiri persónar tosa, til dømis Gud segði "Verði ljós" og tað varð ljós. Festa vit okkum í staðin við, at nógv prikkar, rópitekn ella tankastrikur verða nýtt, kann tað vera, tí skrivarin er í øðini og vil gera vart við tað. Reglurnar fyri tey ymisku teknini eru ymiskar. Tekin, sum verða sett eftir føstum reglum, eru til dømis spurnartekin ella komma, her er eingin slingur í valsinum, hvar teknini skulu standa.
 
== Orðalagslæra ==
Linja 326:
|}
 
[[Talorð]] nýta vit t.d., tá ið vit telja, og tá ið vit greiða frá, hvussu nógv ið er til av onkrum, hvussu ávísur teinur er, hvussu nógv klokkan er, og hvussu nógv okkurt vigar. Vit skifta talorðini sundur í tríggjar partar: Tey talorð, sum vísa okkum, hvussu stór nøgdin er, verður nevnd grundtøl (kardinaltøl) <ref>http://oahpa.no/sma/gramm/tallordintro.nob.html</ref>. Hin bólkurin tilskilar, í hvørjum rað eitthvørt hendir, og tí verða tey nevnd raðtøl (ordinaltøl). Hesi bæði sløgini av tølum kunnu annaðhvørt skrivast við bókstavum ella við tølum, men fyri at skyna ímillum grundtøl og raðtøl er siður at seta eitt punktum eftir raðtølini, til dømis: "Í [[19. øld]]". Eitt triðja býti av tølunum eru skriftistølini (distributiv tøl) sum eru "einir", "tvinnir" og "trinnir", tey verða bend sum lýsingarorð.
 
Grundtølini eru: eitt (ein, ein, eitt), tvey (tveir, tvær, tvey), trý (tríggir, tríggjar, trý), fýra, fimm, seks, sjey, átta, níggju, tíggju, ellivu, tólv, trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, átjan, nítjan, tjúgu. Á nútíðar føroyskum er tað soleiðis, at tað bert eru tey trý fyrstu grundtølini, sum bendast í falli, tali og kyni undantikið eina fleirtalsleivd av fýra í orðafellinum (t.d. "tú eru altíð uppi á fjórum").