Munurin millum rættingarnar hjá "New York City"

Content deleted Content added
Linja 42:
=== Ferðavinna ===
 
Sambært ferðavinnustovninum hjá [[ST]] telist New York City millum fimm teir størstu ferðavinnubýirnar í heiminum. Hinir býirnir ovast á listanum eru [[París]], [[London]] og [[Singapor]]. Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk vitja amerikanska stórbýin sum í fjør 2012; 52 milliónir fólk vitjaðu New York í 2012, og tað var ein framgongd á tvey prosent samanborið við 2011. Hetta er triðja árið við framgongd í ferðafólkatalinum. Høvuðsparturin av teimum vitjandi vóru amerikanarar – 41 milliónir – og hinar 11 milliónirnar vóru útlendingar. Tey mongu vitjandi løgdu sambært eini meting 36,9 milliardir dollarar eftir seg í New York, har íbúgvaratalið annars er umleið átta milliónir fólk. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg er ikki heilt nøgdur við talið á ferðafólk, og hann vil hava enn størri vøkstur. Málið hjá honum er, at 55 milliónir ferðafólk vitja New York í 2015 <ref>http://www.smh.com.au/travel/world-hearts-new-york-record-52-million-tourists-in-2012-20130102-2c4ul.html</ref>.
 
=== Fíggjarvinna ===