Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 232:
== Orðalagslæra ==
 
[[Grikskt mál|Grikska]] orðið "syntax" merkir upprunaliga samanseting. Í [[Mállæra|mállæruni]] verður tað nýtt um, hvussu orð verða sett saman, tá ið vit nýta málið. Hetta verður gjørt eftir heilt ávísum reglum, og setningsskipan er læran um hesar reglurnar <ref>http://www.denstoredanske.dk/Sprog,_religion_og_filosofi/Sprog/Morfologi_og_syntaks/syntaks</ref>. Tá ið vit seta saman orð, gera vit orðingar. [[Orð]]ið "orðingar" fevnir um alt, ið kemur fram, tá ið vit málbera okkum. Hesar orðingar kunnu hava sera ymiskt snið. Tær kunnu til dømis vera ymiskar til longdar. Summar eru bara eitt orð, aðrar eru settar saman av mongum orðum. Støðan, vit eru í, tá ið okkurt verður sagt, ávirkar nógv sniðið í orðingini. Tað hevur til dømis stóran týdning, hvønn vit venda okkum til. Ætlanin við tí, vit siga, kann eisini vera so ymisk. Tær longu orðingarnar leggja vanliga dentin á at siga frá, bera okkurt víðari ella lýsa okkurt. Orðingar, sum bara eru eitt orð ella nøkur fá orð, siga ofta frá kenslum og eru ofta boð til onkran.
 
== Formlæra ==