Munurin millum rættingarnar hjá "Venceslaus Ulricus Hammershaimb"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 4:
V. U. Hammershaimb var prestur og próstur í [[Føroyar|Føroyum]]. Hann flutti í [[1878]] til [[Danmark]]ar, har hann doyði [[8. apríl]] í [[1909]], júst fyltur 90 ár.
 
Tað var hann, sum skapti okkum [[skriftmál]]ið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at [[Føroyar|føroyingar]] varðveittu [[skriftmál]]ið. Vit hoyra ofta sagt, at tað var V. U. Hammershaimb, sum gav okkum [[bókstav]]in [[Ð]], og rætt er tað. Við íblástri frá vinmanni sínum, [[Jón Sigurðsson|Jóni SigurðssynSigurðssyni]], professara og málfrøðingi úr [[Ísland]]i, kom hann við hugskotinum um [[etymologisk]]a stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva [[mál]]ið soleiðis, sum tað verður framborið.
 
[[Hammershaimbsættin]] er gomul í [[Føroyar|Føroyum]]. Fyrstur í [[Føroyar|Føroyum]] av hesi ætt var langabbi V. U. Hammershaimb, [[Jørgen Frants de Hammershaimb]], sum var føddur í [[Keypmannahavn]] [[31. oktober]] í [[1688]]. Hann starvaðist hjá [[Gablunum]] og kom soleiðis til [[Føroyar|Føroya]] at verða fúti í [[1723]]. Hann giftist sama ár við [[Danmark|danskari]] konu, og fingu tey tvey børn.