Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Gerakibot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: pam:Rusia
No edit summary
Linja 33:
Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla [[Kommunisma|kommunistaríkinum]] [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]]. Tá ið [[Kommunisma|kommunisman]] fall í [[1991]], lýstu stórir partar í [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti.
 
=== Tá ið kommunisman kom til Russlands ===
 
==== Russland áðrenn kommunismuna ====
 
Áðrenn kommunistarnar tóku valdið í Russlandi, var tað eitt kongsveldi, har Zarurin stýrdi. (Ein zarur: ein russiskur keisari). Ì 1894 til 1917 ráddi Nikolaj t. 2 zarur í Russlandi. Zarurin var einaræðisharri í landinum, og soleiðis hevði verið síðan 1547, við tí fyrsti keisaranum Ivan 4.
Linja 41:
90% av íbúgvunum búðu á bygd í bóndafamiljum, sum góðseigarar áttu og kundi gera við, hvat teimum lysti. 75% av íbúgvunum dugdu ikki at lesa, tí at tey ráðandi vóru bangin fyri, at tað fór at ávirka hugburð fólksins.
 
==== Russland gerst ídnaðarland og jarnbreytirnar í Russlandi ====
 
Tey ráðandi royndi fyrst at fáa gongd í ídnaðin í 1890’unum. Russland hevði góðar møguleikar fyri ídnaði, tí har fanst nógv ymiskt tilfeingi, sum kol, jarn og olja. Ein týðilig forðing fyri ídnaðarvøkstri var, at tað var trupult at flyta vøru úr einum staði í annað. Av hesum orsøk var avgjørt, at byggja fleiri jarnbreytir, sum til dømis Tann Transsibiriska jarnbreytin, ið er úr Moskva til Vladivostok í Sibiria. Hendan var liðug í 1916, og er heimsins longsta. Tær skuldu harumframt eisini gera tað møguligt, at leggja eitt øki í Kina undir seg, at fáa fólk til at flyta til Sibiria at grava eftir málmi. Frakland veitti Russlandi lán til jarnbreytunum, men tað var mest bøndurnir sum goldið fyri tær. Við tí nýggja ídnaðin, komu fleiri fólk at arbeiða í, og lívskorini vórðu betur, hóast verkafólkið enn hvørki sluppu stovna verkamannafeløg ella fara í verkfall.
 
==== 1917 – kollveltingin eydnast ====
 
Undir fyrra heimsbardaga, var Russlandi millum annað í kríggj við Týsklandi. Á várið 1917, tá kollveltingin byrjaði, verður mett, at Russland longu tá hevði eitt tap uppá 7 mió. hermenn falnar, særdur ella tiknir til fanga. Orsøkirnar til hendan stóra sorgarleikin eru tvær; tey høvdu ikki nóg góða førleika og ein stórur manglandi dugur á krígsførsla. Hin orsøkin er, at tey høvdu ikki tíðarhóskandi amboð til samband sínámillum og ei heldur nóg góð vápn, nóg nógv føðsla, klæðir o.s.fr. Frá 1915 hevði Zarin persónliga leiðsluna av. Vanlukkurnar seinnameiri sóu fólkið sum ábyrgd Zarins. Fólkið misti myndugleikatrýgv til Zarinum og tey liðu hungursneyð og vóru køld. Fleiri bøndur vóru tiknir í herin, og kornframleiðslan minkaði. Tað viðførdi hungursneyð í landinum. Støðan gjørdist rættiliga hættislig, tá ið allur jarnbreytaflutningarnar steðgaði.
Line 50 ⟶ 51:
Í 1916 vóru yvir ein mió. arbeiðarar í verkfall. Í mars 1917 kom mongdina av fólkum, í gingu í verkfalli, hæddina. Lívskorini gjørdist verri, tí alt breyð var uppi, og uppreistur brast á. Verkføllini og uppreistrinum vóru spontan, men eftir nakrar dagar, stovnsetti bøndurnar, ið vóru í verkfall, og hermenninir eitt felag. Herleiðslan gav hermonnunum boð um, at seta seg upp ímóti uppreistrafjøldini og skjóta teir. Ístaðin skutu hermenninir yvirmenninar og fóru uppí uppreistur. Eftir fáum døgum, hevði Zar-stýrið mist tamarhaldið á fólkinum. Nikolaj t. 2. noyddist at abdisera, tvs. hann fór frá valdinum.
 
==== Bolsjevikkar taka ræðið ====
 
Ymiskar politiskar flokkar vórðu loyniliga settar í stovn undir Zar-stýrinum, harímillum Bolsjevikkaflokkurin. (Bolsjevik=meiriluti). Flokkurin varð stovnaður av Vladimir Iljitsj Uljanov, men er betri kendur sum Lenin, ið er hansara dulnavn. Hann hevði ætlanir, um at drepa zarin, men tað týdningarmesta helt hann vera, at stovna ein flokk, ið setti liminum strong krøv, so flokkurin gjørdist betri førir fyri, at megna at kollvelta samfelagið.
Line 63 ⟶ 64:
Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini [[Evropa|evropeiskumegin]], fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað.
 
Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum [[Siberia]], ið er russiski parturin í [[Asia|Ásia]], er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur ([[Teiga]]), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.
 
== Búskapur ==
 
=== Oljuídnaður ===
 
Russland er heimsins størsti framleiðari av [[Olja|olju]], men nógv bendir á, at toppur er náddur fyri russiska oljuævintýrinum. Russland framleiddi 518 milliónir tons av ráolju í 2012 og var harvið heimsins størsti oljuframleiðari. Hóast framleiðslan vaks í 2012, so merkir hetta, at toppurin er náddur. Í 2012 vórðu framleidd 10,4 milliónir tons føt av olju um dagin, men vøksturin kann steðga í 2013 orsakað av tómum oljukeldum í [[Siberia|Vestursibiria]]. Russland hevur sum mál at framleiða 10 milliónir tunnur av ráolju um dagin til 2020. Russiskir myndugleikar hava økt sín ognarlut í landsins oljuídnaði til meira enn 50 % eftir, at stóra almenna ''Rosneft'' gjørdi eina avtalu við bretska-russiska TNK-BP. Oljuprísurin vaks við 388 prosentum í árunum 2000 til 2008, um somu tíð sum [[Vladirmir Putin]] var forseti Russlands í tvey tíðarskeið. Prísvøksturin var orsøkin til, at milliónir av russum fingu størri vælferð, og gjørdu um somu tíð Putin, sum í dag er forseti, sera vælumtóktan millum fólk. Men kortini skortar ikki uppá ávaringar um, at Russland er vorðið heft at oljuni, og at russiska fíggjarlógin er vorðin sera sárbar fyri broytingum í oljuprísinum. Sambært Alfa Bank var fíggjarlógin heft at einum oljuprísi uppá 117 dollararum fyri tunnuna fyri at fáa javnvág, sammett við 20-30 dollarar fyri tunnuna í árunum fram til 2007 <ref>http://uk.reuters.com/article/2013/01/02/uk-russia-oil-idUKBRE90107X20130102</ref>.
 
== Politikkur ==
Line 75 ⟶ 82:
Í [[St. Pætursborg]] og fleiri øðrum russiskum landspørtum eru lógir samtyktar, sum banna positivari umtalu av [[samkyndleiki]] framm fyri børnum <ref>http://www.gaysir.no/artikkel.cfm?CID=15219</ref>.
 
== MiliteriðHerurin ==
 
Herurin hevur altíð verið stoltleiki Russlands, men so er ikki longur. Herurin fær ringa fígging, og tann fyrr so stolti russiski herurin er um at detta sundur. Teir herskyldigu verða kúgaðir og yvirmenninir eyðmýktir. Á hvørjum ári verða 300 000 ungir menn kallaðir inn til hertænastu, men stúranin fyri harðskapi og fyri at verða sendir til [[Kekenia]] hevur gjørt tað at sleppa undan hertænastu til eina tjóðarítrótt. Fleiri enn 3 000 hermenn doyggja av harðskapinum, sum gjøgnumsúrgar allan herin.