Munurin millum rættingarnar hjá "Rannvá B. Andreasen"

Content deleted Content added
toppskorari á landsliðnum og hevur spælt flest dystir (saman við Rannvá og Randi)
Linja 1:
'''Rannvá Biskopstø Andreasen''' (fødd [[10. november]] [[1980]]) er ein føroyskur fótbólsleikari. Hon spælir við [[KÍ (kvinnur)|KÍ]] og føroyska kvinnulandsliðnum. Saman við Randi Wardum og Malenu Josephsen hevur hon hevur spælt flestar dystir á [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðnum]], 25 dystir, hon er eisini toppskorari á [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|landsliðnum]] við 17 málum (januar 2013).<ref>[http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704 FSF.fo] Landsliðsleikarar 1995-2012</ref> Hon hevur skorað sera nógv mál fyri KÍ og hevur fleiri ferðir fingið gylta skógvin, tí hon hevur verið toppskorari. Hon var vald til ársins leikara 2010 í kvinnufótbólti í sendiningi Hvonn Live hjá Rás 2. Hon var ársins toppskjútti við 27 málum.<ref>[http://www.kvinnufotbolt.com/index.php?option=com_content&view=article&id=408:rannva-arsins-leikari&catid=37:foroysk-tieindi&Itemid=73 Kvinnufotbolt.com] Rannvá ársins leikari</ref> Í 2003 skoraði hon 55 mál tilsaman, harav vóru 6 mál skotin í steypakappingardystum og eitt mál í undanumfari í bólki 8 móti FC Codru. Í 2012 skeyt hon í alt 37 mál, harav vóru 31 í landskappingini, 4 í steypakappingini og 2 mál í undanumfari, bólki 6 móti Ada Velpoje.<ref>[http://www.faroesoccer.com/player.php?teamID=3502&playerID=1448 Faroesoccer.com] Rannvá B. Andreasen</ref>
 
== Lívsleið hennara sum landsliðsleikari ==
Rannvá B. Andreasen hevur spælt 25 A-landsdystir fyri [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]]. Rannvá, [[Randi Wardum]] og [[Malena Josephsen]] spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska[[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðið]] hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin [[28. november]] [[2012]]. Føroyar vann dystin 6-0, Rannvá B. Andreasen gjørdi tvey av teimum seks málunum.<ref>[http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=874&PID=487 FSF.fo] Føroyskur stórsigur í Luksembourg</ref> Síðan 2004 hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir.<ref>[http://www.kvinnufotbolt.com/index.php?option=com_content&view=article&id=743:leiktu-dyst-nr-25&catid=54:landsliestieindi&Itemid=68 Kvinnufotbolt.com] Leiktu dyst nr 25</ref>
 
== Keldur ==