Munurin millum rættingarnar hjá "Livar Nysted"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Livar Nysted 2012.jpg|thumb|Livar Nysted í 2012]]
'''Livar Nysted''' (føddur 1970) úr [[Hvannasund]]i er [[Føroyar|føroyskur]] havrógvari, sum gjørdist kendur í [[Føroyar|Føroyum]] og kring heimin, tá hann saman við [[Leven Brown]], skipara, [[Don Lennox]] og [[Ray Carroll]] setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um [[Norður Atlantshavið]] vit bátinum [[Artemis Investments]] úr [[New York]] í [[USA]] til St. Mary í [[Scilly Oyggjarnar|Scilly Oyggjunum]], tað gjørdu teir á sumri 2010.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/nu_fer_livar_avstad_aftur Aktuelt.fo, Nú fer Livar avstað aftur]</ref> Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um [[Indiahav|Indiska havið]], teir skuldu rógva úr [[Perth]] í [[Avstralia]] til [[Afrika]] við bátinum ''Sara G''.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/08/19/Livar%20Nysted%20fyrireikar%20t%C3%BAr%20yvir%20Indiskahavi%C3%B0 Kringvarp.fo, Livar Nysted fyrireikar túr yvir Indiskahavið]</ref> Teinurin ið rógvast skal er 7000 km.<ref>[http://www.youtube.com/watch?v=R6Qh1rCvIZo Filmur á YouTube, My life as a rower 2, eftir Livar Nysted]</ref> Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum. Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suður Atlantarhavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir byrja í januar 2013 úr Puerto de Mogán, Grand Kanaria, og so skulu teir rógva allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð verður tað Leven Brown, sum verður skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir skulu rógva. Báturin eitur Avalon.<ref>[http://trip.fo/news-skiparin+er+a+puerto+de+mogan.htm Trip.fo] Skiparin er á Puerto de Mogan</ref>
Umframt at vera havrógvari er Livar eisini sjómaður, fór til sjós longu 15 ára gamal. Hann hevur tikist við annan ítrótt enn rógving, hann hevur spælt flogbólt og íðka judo. Harumframt fæst Livar eisini við listamáling. Havið er mest nýtta myndaevnið, tá Livar málar.<ref>[http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=2889&M=NewsV2&PID=1613 Nordlysid.fo, Vit eru stolt av at eiga teg Livar], Røðan sum Veronika Petersen, borgarstjóri helt fyri Livar Nysted á móttøku í Hvannasundi tann 5. august 2010</ref> Livar er giftur við Svannu og eiga tey 4 børn, tey eru: Jóna, Joan, Tóra og Ronja.<ref>[http://trip.fo/um+livar+nysted.html Trip.fo] Um Livar</ref>
 
== Lívsleiðin innan rógving ==