Munurin millum rættingarnar hjá "Kærleikskúlan"
Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "'''Kærleikskúlan''' er jólaprýði, sum Dugni letur gera til jóla hvørt ár. Tað eru skiftandi føroysk listafólk, sum prýða kúluna, sum verður seld í avma..." |
sNo edit summary |
||
Linja 1:
'''Kærleikskúlan''' er jólaprýði, sum [[Dugni]] letur gera til jóla hvørt ár. Tað eru skiftandi føroysk listafólk, sum prýða kúluna, sum verður seld í avmarkaðari nøgd. Súmbolskt verður kúlan ognað onkrum, sum hevur serligan heiður uppibornan fyri arbeiði á handikapppolitiska økinum. Allur ágóði av søluni fer til mennandi virksemi hjá Dugna.
* [[2009]] - [[Tróndur Paturson]], listamaður, hevur prýtt kúluna. Handað fyritøkuni [[Kemilux]] fyri at sýna sosiala ábyrgd og seta fólk í starv við skerdum førleika.
* [[2010]] - [[Sigrun Gunnarsdóttir]], listakvinna, hevur prýtt kúluna. [[Snorri Brend]], blaðmaður, fekk fyrsa eintakið fyri jaligu blaðgreinar sínar um fólk við breki í [[Sosialurin|Sosialinum]] og fyri at megna at lýst førleikar og styrkir hjá fólki við breki sum eitt tilfeingi í samfelagnum.
* [[2012]] - [[Hansina Iversen]], listakvinna, hevur prýtt kúluna, sum varð handað fyritøkuni [[Munin]] fyri jaligan vilja og ídni at rúma fólki, ið bera brek. Munin er ein virðilig fyrimynd, tí hon vísir, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.
*[[2012]] - [[Zakaris Heinesen]], listamaður, hevur prýtt kúluna. Ognað [[Leilu Solmunde]] - posthumt - fyri ta lívsjáttandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum í 8 ár og sat í stýrinum hjá Dugna í 8 ár, í báðum førum til hon andaðist 10. mars í ár. Mourits Simonsen, maður Leilu, tók móti Kærleikskúluni 2012.
[http://www.dugni.fo/Default.aspx?pageid=19770 Heimasíðan hjá Dugna um kærleikskúluna]
|