Munurin millum rættingarnar hjá "Leila Solmunde"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "'''Leila Solmunde''' var fødd á Tvøroyri í 1962. Sum blaðung fekk hon staðfest liðagikt, sum gjørdi, at hon kom at vera bundin at koyristóli stóran part ..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 31. des 2012 kl. 15:44

Leila Solmunde var fødd á Tvøroyri í 1962. Sum blaðung fekk hon staðfest liðagikt, sum gjørdi, at hon kom at vera bundin at koyristóli stóran part av lívinum. Hon var sera virkin og vird fyri sítt arbeiði á handikapppolitiska økinum. Hon var forkvinna í Giktafelag Føroya í 16 ár, og somuleiðis í MBF í 8 ár. Eisini var hon nevndarlimur í Dugna í 8 ár. Leila andaðist brádliga av sjúku í 10. mars 2012 bert 50 ára gomul. Til jóla 2012 fekk hon posthumt kærleikskúluna 2012 frá Dugna.