Dulnevndur brúkari
Slóð til brúnna um Streymin
(Infoboks) |
(Slóð til brúnna um Streymin) |
||
Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka [[Søga|søgu]]. Markatalsbygdirnar eru [[Hósvík]] (19 merkur), [[Hvalvík]] (24 merkur), [[Streymnes]] (12 merkur), [[Saksun]] (29 merkur og 8 gyllin), [[Haldórsvík]] (12 merkur), [[Tjørnuvík]] (24 merkur), [[Oyri]] (12 merkur), [[Norðskáli]] (4 merkur) og [[Gjógv]] (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í [[19. øld]], fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av [[19. øld]] og aftur við lógini frá [[1938]].
Sundið millum [[Eysturoy]]nna og [[Streymoy]]nna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum [[Sámali Johansen]].
Tá
Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at [[Sundalagið]] skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.
|