Munurin millum rættingarnar hjá "Steinbjørn B. Jacobsen"

Content deleted Content added
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3rc2) (bottur leggur aftrat: da:Steinbjørn B. Jacobsen
sNo edit summary
Linja 4:
Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert [[Løgstør]] í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, [[Skive]]. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari við [[Sankta Frans skúli|Sankta Frants skúla]] [[1965]]/[[1966|66]]. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á [[Fróðskaparsetur Føroya|Fróðskaparsetrinum]]. Lærari í [[Húsavík]] 1966 til [[1. apríl]] [[1970]]. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til [[1. august]] [[1980]] stjóri á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]]. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Var við at stovna [[Fólkafylkingin móti EEC|Fólkafylkingina móti EEC]] 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna [[Rithøvundafelagið]] [[1967]] og tá valdur í nevndina, har hann sat til [[1979]], mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið [[Gluggin]] kom út aftur í januar [[1968]], stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli.
 
Saman við [[Gunnar Hoydal|Gunnari Hoydal]] var hann ritstjóri á [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]] [[1977]]/[[1981|81]]. Teir vóru frásettir uttan grundgeving av nýggjari nevnd, sum var vald á óvanligan hátt. Tíðarritið kom tvær ferðir um árið, treyt ikki tilfar og áhugin fyri tí stórur. Frá 1981 til [[1987|87]] nevndarlimur í nýstovnaða [[Móðurmálslærarafelagið|Móðurmálslærarafelagnum]]. Summarið 1978 var hann ein mánað í [[USA]], bjóðaður av amerikonsku sendistovuni í [[Keypmannahavn]]. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trolaranum Vón, ið royndi undir Føroyum. Vikarur í [[Syðradalur (Streymoy)|Syðradali]] á [[Streymoy]]nni apríl, mai og juni. Fast starv við [[Kommunuskúlin|Tórshavnar Kommunuskúla]] í 1981. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 1982/83. Farloyvi frá skúlanum 1989/90 og skúlaárið 1990/91. Fimm teir fyrstu mánaðirnar í [[1990]] var hann gestalærari á Norrøna Fólkaháskúlanum í Snoghøj i Danmark. Av og á hevur hann havt greinar, ummæli og lesarabrøv í bløðunum.
 
== Útgávur ==