Munurin millum rættingarnar hjá "Pluto"

Content deleted Content added
s r2.6.8) (bottur leggur aftrat: pnb:پلوٹو (نکا سیارہ)
No edit summary
Linja 1:
{{Planet_Infoboks/Pluto}}
Klótan '''Pluto''' er flokkaðfjar ídvørgagongustjørna bólkinuttanfyri gongustjørnuna [[gongustjørnudvørgur|gongustjørnudvørgarNeptun]]. Klótan Pluto er flokkað í bólkin gongustjørnudvørgar, og melur klótan kring Sólina[[sólin]]a í eini ringrás uttanfyri henni hjá [[Neptun]]. Henda umflokkin av Pluto fór fram eftir [[24. august]] [[2006]], tá ið 2500 vísindafólk, sum vóru komin saman á ráðstevmiu í [[Sveis]] samdust um at Pluto ikki longur skuldi verða roknað millum [[gongustjørnur]]. Um Pluto gongur ein máni, [[Charon]] nevndur, Charon varð funnin í 1978. Hann er um 1120 km. í tvørmál, og hann er bara 20.000 km. frá Pluto. Pluto og Charon eru helst ísknøttir av frystum vatni, metani og ammoniakki. Pluto eitur eftir [[Grikkaland|grikska]] gudinum ''Pluton'', sum var gudur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl til hesar køldu og fjaru knøttir ytst í [[sólskipanin]]i.
 
Niggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum tó í løtini bara er næstytst frá [[sólin]]i. Rásin er so háttað, at Pluto árini 1979 til mars 1999 er nærri enn [[Neptun]]. Áðrenn Pluto varð funnin, bendu frávik í rørslunum hjá ytru gongustjørnunum á, at ein himmalknøttur mátti ganga um sólina uttan fyri Neptun. Pluto er so kám, at hon sæst bara í stórum kikara, og leitað hevði verið eftir henni í mong ár, tá ið [[Clyde Thombaugh]] umsíðir fekk eyga á hana í 1930. Umferðartíðin um sólina er stívliga 248 ár, og í miðal er hon stívliga 39 ferðir frá sólini sum [[jørðin]]. So langt burturi munar sólarljósið lítið, og hitin á ytjuni fer valla upp um -230 °C.
 
Tvørmálið er eftir nýggjastu metingunum bara einar 2.300 km., og evnisnøgdin um 1,9 g/cms. Í juni 1988 varð staðfest, at um Pluto er tunt lofthav av metani. Hetta kann tykjast ikki sørt løgið, tá atdráttarmegin har er so lítil. Pluto er sum heild ikki sørt gátufør, og gitingarnar um hana hava verið mangar. Kanska er hon ikki verulig gongustjørna, men heldur ein máni hjá Neptun ella ein smástjørna, sum er farin av kós? Ella kanska er hon bara hin fyrsti av mongum halastjørnulíkum ískroppum uttast í sólskipanini? Tað, at máni melur um Pluto, og at har er lofthav, man tó benda á, at hon er fullgild dvørgagongustjørna.
 
== Umflokkingin av Pluto ==
Line 10 ⟶ 14:
Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var [[Merkur]] heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto ... og hvussu við mánunum [[Titan]] og [[Callisto]]? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur?
 
=== Skilmarkan av gongustjørnum ===
 
Tørvur var tí á eini avgjørdari skilmarkan, ið greitt útgreinaði, nær talan er um eina gongustjørnu, og nær talan er um ein gongustjørnudvørg.