Munurin millum rættingarnar hjá "Jól"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Christmas_collage.PNG|thumb|right|250px|JólJólini eru eftir páskirnar týdningarmesta hendingin í [[kirkjuár]]inum.]]
'''Jólini''' eru fyrsta høgtíðin í [[kirkjuár]]inum. Jóladagur er [[25. desember]], og í [[Føroyum]] verða tveir jóladagar hildnir sum [[Halgidagur|halgidagar]] - [[25. desember|25.]] og [[26. desember]]. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann [[24. desember]] - kallast [[jólaaftan]]. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum [[halgidagur]] frá kl. 18. Nú er [[jólaaftan]] frídagur í [[Føroyum]], og mong byrja jólahaldið seinnapart [[jólaaftan]]. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga.
 
Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu [[Kristindómur|kristnaðir]]. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í [[Róm]] av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum [[Jesus|Jesu]] føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í [[Norðurlond]]um, men í t.d. [[Stóra Bretland|Bretlandi]] og [[USA]] eita jólini "Christmas".
 
Í [[Føroyum]] hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av [[Kristindómur|kristna]] heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember.
 
== Orðið jól ==
Line 11 ⟶ 13:
[[Mynd:Gerard van Honthorst 001.jpg|thumb|right|250px|Vit halda jól til minnis um, at [[Jesus]] varð føddur.]]
[[Mynd:Clifton_Mill_Christmas_2005.JPG|thumb|right|250px]]
Jólini eru høgtíðin til minnis um [[Jesus|Jesu]] føðing. Hetta sæst aftur í t.d. [[Enskt mál|enska]] heitinum, Christmas, Kristmessa. Um føðing [[Jesus|Jesu]] lesa vit í [[Lukasar evangelium]], kap. 2, ør. 1 - 20. Hetta brot verður ofta nevnt [[jólaevangeliið]]. Eisini [[Matteusar evangelium]] sigur í 2. kapitli frá [[Jesus|Jesu]] føðing. Tá ið norðbúgvar høvdu tikið við kristnari trúgv um ár 1000, gjørdi kirkjan av, at jólini skuldu verða hildin sum føðingardagur Krists, 25. desember. Nakrir granskarar siga, at hendan dagfestingin ikki kann vera røtt, tí í [[desember]] mánaði liggur seyðurin ikki úti í [[Ísrael]]. Tað verður sagt, at tað var av praktiskum orsøkum, at kristna jólahátíðin var løgd til seinast í desember mánaði. Onki var nevnt í [[Nýggja Testamenti]] um árið, mánaðin ella mánaðardag. Hetta varð gjørt, so at tann heidna jólaveitslan skuldi fáa eitt annað innihald, at gera jólini til eina kristna høgtíð.
 
Hetta er tað tíðarskeiðið í [[kirkjuár]]inum, tá flest gudstænastur verða hildnar í fólkakirkjuni og samstundis tað tíðarskeiðið, tá kirkjan verður mest vitjað.
 
== Jólahald og jólasiðir ==